Home VinnaVinna & SamfelagFiski- & Alivinna Nógvur hýsumurtur blandaður uppí sildafiskiskapin hjá donskum nótaskipum

Nógvur hýsumurtur blandaður uppí sildafiskiskapin hjá donskum nótaskipum

by Lagt út ÓML

Danskur sjómaður sigur frá at, tá teir fiska sild er sera nógvur hýsumurtur uppíblandaður og fyri at teir kunnu landa hetta, er neyðugt hjá teimum at keyp hýsukvotur, um teir skullu kunna landa hjáveiðuna og lastina av sild.

Í Danmark er eftirlitið so strangt, at teir sleppa ikki at land og seta pumpurnar til, fyrren eftirlitið hevur sagt gott fyri hesum. Tað er eftirlit á hvørjum einasta uppisjóðarvirkið.

Spurningurin er so, hvussu er støåan í Føroyum ? . Hvussu stór er hjáveiðan av toski, hýsu og ikki minst upsa , tá uppisjóðarskipini landa til virkini í Føroyum. Hvussu er við eftirlititiðinum ?

Hava uppisjóðarskipini loyvi at landa hjáveiðu av upsa, toski, og hýsu. ?

Er tað kanna hvussu stóra ávirkan hjáveiðan av hesum fiskasløgum hjá uppisjóðarskipunum hevur á botnfiskastovnarnar undir Føroyum. ?

Skriva herur:
Óli M. Lassen reiðari og eigari av 24.FO

You may also like

Leave a Comment