fredag, september 18, 2026
Home VinnaVinna & SamfelagFiski- & Alivinna Minkandi nøgdir av toski á Føroyabanka, men framvegis nógv hýsa

Minkandi nøgdir av toski á Føroyabanka, men framvegis nógv hýsa

0 comments

18. september 2026

Jákup Sverri var á árligu heystyvirlitstrolingini á Føroyabanka frá 8. til 15. september, og vóru allar 29 trolstøðirnar tiknar.

Minni var at fáa av toski í heyst enn í fjør. Miðalveiðan var um 85 kg pr. tíma samanborið við um 190 kg í fjør. Hetta er triðja árið á rað, at nøgdin minkar eftir høga virðið í 2023. Umframt stóra toskin var eisini nakað at fáa av smærri toski, bæði um 30-40 cm og 60-80 cm til longdar. Hetta bendir á, at yngri fiskur er á veg inn í stovnin, men enn er ov tíðliga at siga, hvussu sterk tilgongdin er. Toskurin er nakað rak, serliga tann størri toskurin.

Tað var framvegis nógv at fáa av hýsu, hóast nøgdin var minni enn í fjør. Hýsan var spjadd víða um Bankan og tykist sum heild at vera í heldur góðum holdum.

Óvanliga nógv var at fáa av upsa, og miðalveiðan var tann hægsta í tíðarrøðini. Hetta komst tó í stóran mun av einum sera stórum háli. Eisini var nógv at fáa av gulllaksi, serliga í einum háli sunnarlaga á Bankanum.

 Miðalveiða (kg pr. tíma) av trimum fiskasløgum í heystyvirlitstrolingunum á Føroyabanka í tíðarskeiðinum 1996-2026. Brotnu linjurnar vísa miðalveiðuna fyri alt tíðarskeiðið fyri hvørt fiskaslag. Gevið gætur, at y-ásarnir hava ymiskan skala.

Miðalhitin við botn var 10,3°C. Hitin lá millum 8,5 og 11,5°C og var hægstur á grunna partinum av Bankanum.

Túrfrágreiðingin kann lesast her.

Toskur á FøroyabankaHýsaUpsi

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira