Føroya Tele hevur avgjørt at taka telduposttænastuna av 1. apríl 2027. Talan eru um teldupostbústaðir sum t.d. olivant.fo, mail.fo, email.fo, epost.fo. Hetta skrivar Føroya Tele í dag í kunningarskrivið 12. nov. 2026
Telduposttænastan hjá Føroya Tele verður tikin av 1. apríl 2027. Talan er um teldupostbústaðir, sum enda við olivant.fo, mail.fo, email.fo, epost.fo umframt fleiri onnur økisnøvn, sum vit hýsa.
Okkara telduposttænasta lýkur galdandi trygdarkrøv, og kundar kunnu kenna seg tryggar at brúka teldupostin. Tó eru krøvini til trygd og rakstur av telduposttænastum vorðin so umfatandi, at Føroya Tele hevur avgjørt at niðurleggja tænastuna.
– Okkara høvuðsuppgáva er at veita tryggar og góðar fjarskiftistænastur, og her leggja vit alla orku. Telduposttænasta er sostatt eitt serøki, sum ikki liggur innan fyri okkara virkisøki. Tí mæla vit okkara kundum til at fáa eina teldupostloysn hjá einum veitara, sum hevur hetta sum serøki, og sum alsamt dagførir sína tænastu til at lúka áhaldandi herdu trygdarkrøvini, sigur Anna Katrina Arge, privatkundastjóri hjá Føroya Tele.
Hetta merkir, at kundar, sum í dag brúka okkara telduposttænastuna, skulu velja eina aðra teldupostloysn at flyta teldupostar og dátur á, áðrenn okkara telduposttænasta steingir 1. apríl 2027. Á hesum leinki fáast vegleiðingar um, hvussu ein sjálv/ur kann stovna nýggjan teldupostbústað, flyta dátur o.a..
Tað er somuleiðis týdningarmikið, at nýggi telduposturin verður skrásettur hjá øllum tænastuveitarum, har undanfarni teldupostur hevur verið skrásettur. Hetta snýr seg t.d. um Vangan, Apple- ella Samsung-kontur til fartelefonir, bankar, sosialar miðlar, stroymingtænastur o.s.fr..
Kundar, ið ynskja hjálp til uppseting og at flyta dátur, kunnu seta seg í samband við fyritøkuna Storm, sum er til reiðar at hjálpa fyri eitt ávíst gjald. Storm kann hjálpa við at flyta teldupostin til eina nýggja loysn, seta sjálvvirkandi svar á verandi teldupost og vegleiða við at leggja nýggju teldupostkontuna á eina eind sum t.d. fartelefon ella teldil. Á hesum leinki fæst samband við Storm.
Tað verður eisini í avmarkaðan mun møguligt at fáa hjálp frá okkara starvsfólkum, sum kunnu hjálpa við at flyta teldupostar á teldu, vegleiða um at stovna nýggjan teldupostbústað og seta sjálvvirkandi svar á verandi teldupost. Tað verður tó avmarkað, hvussu nógvum kundum vit fáa hjálpt, og tí verður neyðugt at bíleggja tíð frammanundan. Bílegg tíð til hjálp á hesum leinki.
Kundar, sum eru umfataðir av broytingunum, hava fingið beinleiðis boð við telduposti. Vit mæla til, at kundar fara undir fyrireikingarnar í góðari tíð. Um ivamál eru, so ber til at seta seg í samband við kundatænastuna á telefon 80 80 80.
Kelda: ft.fo
