Nýggi kappingarneyti á oljumarknaðinum hevur sett gongd á prísbroytingar hjá teimum stóru orkufeløgunum. Sethúsakundar kunnu nú spara upp til 2.244 krónur árliga.
Í oktober 2025 byrjaði flutningsfelagið Thomsen at selja gassolju til bæði vinnu- og sethúsakundar. Felagið hevur heimstað í Hvalvík og samstarvar við orkufelagið Krafta á Hulki á Strondum. Við einum lægri prís enn verandi veitarar hevur Thomsen skapt ein nýggjan dynamikk á føroyska oljumarknaðinum.
Stórar prísbroytingar og sparing hjá kundunum
Yvirlitið niðanfyri vísur, hvussu prísirnir hjá Effo og Magn eru lækkaðir í kjalarvørrinum av Thomsen. Á seks ymiskum tíðarskeiðum í oktober og november 2025 liggur Thomsen støðugt niðast í prís, og á summum døgum er munurin upp til 750 krónur pr. 1.000 litrar.


Sparingin er roknað fyri 3.000 litrar til árliga upphiting. Her er talan um listaprísir uttan prístrygging
Kappingin á oljumarknaðinum til sethús er nú munandi meiri dynamisk enn áður. Thomsen hevur við sínum lægri prísum tvingað bæði Effo og Magn at lækka sínar prísir. Hóast teir framvegis liggja omanfyri Thomsen, merkir hetta, at øll húsarhald í Føroyum fáa ágóða av kappingini – eisini tey, sum ikki hava skift til nýggja veitaran.
Fyrimunirnir eru serliga týðiligir hjá teimum sethúsum, ið hava stóra oljunýtslu, men í roynd og veru hevur kappingin longu broytt søluna av gassolju til sethús. Marknaðurin er í stórari broyting, og vísir, at kapping kann skapa veruligan fyrimun fyri brúkaran.

Stór kapping um oljuveiting til skipaflotan
Eisini er kappingin um oljuveiting til skip og virkir vorðin harðari. Vit hava áður skrivað um hitt nýggja oljufelagið KRAFTA, sum hevur sum høvuðsuppgávu at veita olju til skipaflotan. Felagið skrivar á heimasíðu hjá sær:
“Krafta Energy er felag, sum hevur sum sergrein at veita skipum brenniolju og aðrar oljuúrdráttir.”
Sostatt eru stórar broytingar farnar fram í Føroyum í 2025, við tað at nú eru tvey nýggj feløg, Thomsen og Krafta, sum hava tikið kappingina upp við gomlu oljufeløgini Magn og Effo. Magn byrjaði upprunaliga sum Shell, og Effo er gamla oljufelagið Esso.
Við hesum nýggja landslagi er oljumarknaðurin í Føroyum ikki bara broyttur – hann er endurskapaður.
Mynd: 1 frá thomson.fo og mynd 2 fra 24.fo
