“Óvinarligar” avgerðir frá Føroyum, kunnu ikki góðtakast sigur Maria Zakharova, talskvinna hjá russiska uttanríkisráðnum

Moskva umhugsar revsiátøk móti Føroyum, eftir at Løgtingið hevur samtykt eina lóg, sum gevur landsstýrinum heimild at banna útvaldum russiskum fiskifyritøkum at sleppa inn í føroyskt sjóøki. Hetta upplýsti russiska uttanríkisráðið hósdagin, sambært Reuters. Talan er um feløgini Norebo og Murman Seafood.
Talskvinnan hjá russiska uttanríkisráðnum, Maria Zakharova, segði hósdagin, at hesar “óvinarligu avgerðir” frá sjálvstýrandi oyggjalandinum í danska ríkisfelagsskapinum ikki kunnu góðtakast. Hon legði afturat, at avgerðin setur spurnartekin við føroyska trúfesti í fiskivinnuavtaluni, ið varð gjørd við Sovjetsamveldið í 1977.
Avtalan við Russland, sum framvegis er galdandi, gevur okkum rætt at fiska tosk og hýsu í Barentshavinum, og hava russisk skip loyvi at fiska í føroyskum sjóøki, talan er serliga um svartkjaftaveiðu. Føroyar selja eisini fisk til Russland.
📌 Kelda: Rumenski miðilin HotNews.ro, grein frá 4. september. Mynd frá: 123rf.com
Mynd av: MariaZakharova Myndin er frá: mid.ru
