mandag, april 13, 2026
Home TP - TÓRSPORTALURIN Sáttmáli undirskrivaður um Trivnaðarhús í Álakeri

Sáttmáli undirskrivaður um Trivnaðarhús í Álakeri

0 comments

Sp/f VD v/ Valbjørn Dalsgarð skal gera nýggja trivnaðarhúsið í Álakeri. Hetta skrivar Tórshavnar kommuna

Sáttmáli um heildararbeiðstøku varð í dag undirskrivaður millum Elsu Berg, borgarstjóra, og Valbjørn Dalsgarð, um bygging av trivnaðarhúsinum.

Verkætlanin varð boðin út sum heildararbeiðstøka í kapping millum fýra arbeiðstakarar, men bert eitt tilboð kom inn. Tað var frá Sp/f VD og var uppá 2,9 mió. krónur, sum eisini var hámarkið í ásetta fíggjarkarminum.

Á seinasta býráðsfundi í november samtykti býráðið einmælt at játta 2,9 mió. krónur til bygging av trivnaðarhúsinum. Væntandi fer byggingin at taka millum eitt og hálvt annað ár.

Sambært útboðsskrivinum er endamálið við húsinum at skapa karmar fyri virksemi, sum er rættað móti sjónum, og virksemi í Álakeri. Hetta er millum annað ástøðiligur og verkligur sjómansskapur og fisking hjá skúlaflokkum, eins og bygningurin kann vera eitt savningarstað ella eitt “undirhús” hjá eldri borgarum, sum nýta økið.

Two individuals are seated at a table, signing documents. A coffee service and decorative items are visible on the table.

Kelda & myndir: torshavn.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira