lørdag, september 12, 2026
Home Fólk og Frítíð Ólavur Olsen nýggjur leiðari í Tórshavnar Musikkskúla
Demo fra 123rf.com

Ólavur Olsen nýggjur leiðari í Tórshavnar Musikkskúla

0 comments

Ólavur Olsen er settur sum leiðari í Tórshavnar Musikkskúla. Hetta skrivar Tórshavnar kommuna

Ólavur Olsen er 49 ár og útbúgvin tónleikari og tónleikalærari frá Det Jyske Musikkonservatorium við trompet sum høvuðsljóðføri. Í 2022 varð hann liðugur við Diplomútbúgving í Leiðslu á Glasi.

Ólavur hevur starvast sum tónleikalærari í musikkskúlaskipanini síðan 2004 og hevur verið varaleiðari í Tórshavnar Musikkskúla síðan 2016. Hann hevur drúgvar royndir við leiðslu og fyrisiting og hevur samstundis verið virkin tónleikari í føroyskum tónleikalívi í nógv ár.

Seinastu tíðina hevur Ólavur røkt starvið sum virkandi leiðari í Tórshavnar Musikkskúla og tekur nú við sum leiðari.

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira