Tórshavnar kommuna bjóðar til almennan fund í Reinsarínum, har endamálið er at umrøða og betra umstøðurnar fyri ábæra ferðslu í kommununi
Dentur verður lagdur á súkkluvíðurskiftini. Tiltakið byrjar við framløgum frá ymiskum áhugapørtum. Og eftir ein stuttan steðg, verður arbeitt í bólkum, har borgarar, ið luttaka fáa høvi at eyðmerkja vegamót og leiðir, ið eru serliga ótrygg ella vandamikil og eftir teirra tykki eiga at verða bøtt.
Leiðir og vegamót at arbeiða við verða vald út frá kortum, sum eru prentað út, og hongd upp í hølunum á degnum.
Vísandi til útpeikaðu økini, verða nøkur dømi vald út at arbeiða við, og uppskot til møguligar loysnir viðgjørdar og lagdar fram.
Tiltakið verður á Reinsarínum 26. novembur 2026 kl. 16.00 og Óluva Zachariasen verður fundarstjóri.
Umboð fyri áhugafelagið Ábær ferðsla og Súkklufelagið hjálpa til við at hava verkstovurnar.
Skrá
| 16.00 | Vælkomin – Elsa Berg |
| 16.10 | Flytførispolitikkur – Tórshavnar kommuna – Rasmus Biskopstø |
| 16.25 | Áhugafelagið Ábær ferðsla greiðir frá teirra virksemi og sjónarmiði um ferðslu. |
| 16.40 | Rørsla í gerandisdegnum – Íblástur til at stimbra undir rørslu – Kollafjarðar skúli |
| 16.55 | Framløga um rørsluvanar – Helgi Winther Olsen |
Stuttur steðgur
| 17.15 | Arbeiði í bólkum – Hvussu síggja ítøkiligar loysnir út?Luttakarar fáa møguleika at lýsa avbjóðandi vegamót fyri súkklur/ábæra ferðslu, og at koma við uppskotum um møguligar loysnir |
| 18.00 | Bólkar fáa høvi at greiða frá sínum niðurstøðum |
| Ábit | |
| 18.30 | Samanumtøka og liðugt |
Kelda & mynd: torshavn.fo
