1
Mikudagin 25. november fara Bárður á Steig Nielsen, landsstýrismaður, og bretski ráðharrin í uttanríkismálum við ábyrgd fyri Evropa, Lord Wood of Anfield, at undirrita eitt samstarvsskjal millum Føroyar og Bretland.
Samstarvsskjalið skal virka sum ein felags pallur fyri at menna og styrkja sínámillum samstarvið. Nærri kunning verður í sambandi við undirritan.
Skjalið verður undirritað í Tinganesi mikudagin 25. novembur kl. 16.00. Fjølmiðlar eru vælkomnir at vera til staðar, tá ið undirritað verður. Aftaná verður tíðindafundur.
Kelda og mynd:ufmr.fo
