Økið á Lygnnesi er nú boðið út av nýggjum við broyttum fortreytum. Freistin at lata inn tilboð er 12. oktober 2026 klokkan 12.
Fyri at skapa møguleika fyri so nógvum bústaðareindum sum gjørligt á økinum, verður í løtuni arbeitt við at broyta byggisamtyktina fyri økið frá A1 til A4, soleiðis at ásetingarnar fyri økið loyva opnari og tættari bygging, ið kann býtast sundur í fleiri sjálvstøðugar bústaðareindir.
Av tí at økið nýliga hevur verið boðið út, verður innlatingarfreistin hesaferð stytt niður í tríggjar vikur. Hetta fyri skjótt at fáa greiðu á, um áhugi er fyri at byggja á økinum.
Tilboðini skulu latast inn umvegis Útboðsportalin hjá Tórshavnar kommunu. Á portalinum ber til at skráseta seg sum umsøkjara/fyritøku, lata inn tilboð og seta spurningar um útboðið. Svar verða gjørd almenn í navnleysum líki.
Tilboð skulu latast inn í seinasta lagi 12. oktober 2026 klokkan 12.
Útboðsportalin finnur tú her:
Útboðsportalurin (utbod.torshavn.fo)
Kelda:torshavn.fo
