Ferðavinna og vitjanir frá Ferðamannaskipum er í støðugum vøkstri hjá Tórshavnar kommunu og Runavíkar kommunu



Sjálvt um samleiki hjá Havnini einki hevur við ferðavinnu menning sum so at gera so kann ein leið verða at hava fokus á at menna Klaksvíkar Havn og kunna bjóða tað sama sum hinar havnirnar í Føroyum. Havna- & Vinnunevndin má hava veruligt fokus á Havnina og havnarviðurskifti.

Vit kunnu gera so nógv í okkara kommunu fyri at betra viðurskiftini. Sjálvandi skal Havnarskrivstovan hava góðar karmar at virka undir, sjálvandi skulu skip og bátar liggja trygt við bryggju og fáa allar neyðugar tænastur. Í tí dagliga hava vit eitt økið hjá kommununi sum virkar sera væl, nevniliga tænastur frá Klaksvíkar havn, altíð skjóta og góða tænastu so í tí dagliga arbeiðinum er hetta sera positivt, men hvat vit strategiini og menningini av Havnarviðurskiftini.
Eitt av flottastu økjunum í Føroyum so her eru møguleikar

Trygd, bátadráttir, brimverju, økt virksemið útlendskum fiskiskipum so tænastuvinnurnar fáa meira virksemi og hvat við fleiri ferðamannaskipum v.m.

Neyðugt er við brimverju á Klakkinum og á Eystari síðu norðanfyri Kósavirkið so skip kunnu liggja trygt á vánni um veturin eisin. Døgnvakt á Klaksvíkar Havn um veturin, bátadrátt til smábátar har teir kunnu standa í nakrar dagar á vogninum vanligt viðlíkahald skifta zink mála botn v.m. . Eina nýggja Havnaskrivstovu, tilgongdin byrjaði í 2010 so her må ferð koma á.
Bátadráttur og vognur í Leirvík – Viðlíkahald mála botn skifta zink o.a.

