Home Leiðarin Er Kina lykilin til frið í Evropa?

Er Kina lykilin til frið í Evropa?

0 comments

EU, Kanada, Bretland, USA og Noreg hava ein ovurstóran samhandil við Kina. Spurningurin er, um Kina, saman við USA og Evropa, kann brúka sína búskaparligu og politisku ávirkan til at fáa varandi frið í lag millum Russland og Ukraina.

Kríggið í Ukraina hevur skapt eina ta størstu trygdarpolitisku kreppuna í Evropa síðani seinna heimsbardaga. Milliónir av menniskjum eru rakt, stór øki eru oyðiløgd, og sambandið millum Russland og Vesturheimin er komið í eina álvarsliga kreppu.

Aerial View of Mingyue Lake Park in Yangzhou, Jiangsu, China

Samhandilin við Kina er ovurstórur

Tølini fyri 2025 vísa, hvussu týdningarmikil Kina er fyri heimsbúskapin.

Samhandilin millum EU og Kina við vørum var umleið 759 milliardir evrur, harav EU innflutti fyri 559 milliardir evrur. Samlaði handilin við vørum og tænastum fór upp um 880 milliardir evrur.

Sambært amerikansku handilsmyndugleikunum var samlaði vøru- og tænastuhandilin millum USA og Kina umleið 495 milliardir dollarar.

Bretland hevði ein samlaðan handil við Kina upp á umleið 135 milliardir pund, Kanada umleið 125 milliardir kanadiskar dollarar í vøruhandli og Noreg handlaði vørur við Kina fyri meira enn 180 milliardir norskar krónur.

Hetta eru ikki smá tøl. Tey vísa, at vesturlendsku búskapirnir og Kina hava stór felags áhugamál.

Hví ikki brúka hesa búskaparligu styrki sum eitt virkið amboð í arbeiðinum fyri friði?

Kina kann ávirka Russland

Kina hevur eitt serligt samband við Russland, bæði politiskt og búskaparliga. Samstundis hevur Kina stór handilssambond við USA og Evropa.

Tí hevur Kina ein møguleika at ávirka russisku leiðsluna, sum fá onnur lond hava.

Kina hevur tó eisini eina ábyrgd. Kinesiskar fyritøkur hava verið undir illgruna og fingið revsitiltøk fyri at veita Russland tøkniligar komponentar, sum kunnu brúkast í hernaðarligari framleiðslu, millum annað til dronur.

Skal Kina gerast ein trúverdigur friðarmeklari, má landið vísa, at tað vil arbeiða fyri eini veruligari loysn, har fullveldi og trygd Ukraina verða vird.

The White House in Washington DC with beautiful blue sky

USA eigur viðurkenning fyri sítt diplomatiska arbeiði

USA hevur tikið týðandi stig fyri at fáa Russland og Ukraina aftur til samráðingarborðið. Serliga hevur amerikanska stjórnin undir Donald Trump lagt dent á, at diplomati og samráðingar skulu vera ein partur av loysnini.

Hetta er eitt týdningarmikið arbeiði, sum eigur at fáa viðurkenning.

Á fundinum í Berlin tann 19. november 2026 vóru USA, Ukraina og evropeiskir samstarvspartar aftur savnaðir um møguligar trygdarábyrgdir og eina framtíðar friðaravtalu.

Men USA eigur ikki at standa einsamalt við hesi ábyrgd. Kina, India, Turkaland og Evropa eiga at taka størri lut í arbeiðinum, har Ukraina og Russland sjálvandi mugu vera høvuðspartarnir. Tey lond ið hava mark til Rusland skulu sjálvandi eisini luttaka í friðararbeiðinum. Her kundi veri áhugavert at lagt komandi friðarsamraðingar í Istanbul.

Russisk trygdaratlit mugu eisini hoyrast

Skal ein varandi friður skapast, er neyðugt at hoyra bæði ukrainsk og russisk trygdaratlit, uttan at tað gevur nøkrum landi rætt til at taka landaøki frá øðrum við hermegi.

Ein nýggj evropeisk trygdarskipan kundi havt sum mál, at NATO-lond í friðartíð ikki hava fast útstationeraðar herdeildir í øðrum limalondum.

Í staðin kunnu londini hava óvápnaðar “sambindingaroffiserar”, hernaðarráðgevar og altjóða eygleiðarar hjá hvørjum øðrum. Hetta kann styrkja samskiftið og minka um vandan fyri misskiljingum og hernaðarligari upptrapping.

USA kundi varðveitt Ramstein basan í Týsklandi sum ein týdningarmiklan hernaðarligan miðdepil, meðan aðrar varandi útlendskar hernaðarstøðir og útstationeringar verða endurskoðaðar sum partur av eini breiðari trygdaravtalu.

Hetta krevur sjálvandi samtykki frá NATO-londunum og má ikki veikja teirra rætt til sjálvverju.

Demilitariseraðar sonur og trygdarábyrgdir

Ein týðandi partur av eini nýggjari friðaravtalu kundi verið at stovna gagnsíðis demilitariseraðar sonur, har tung vápn, rakettskipanir og størri herdeildir ikki kunnu vera.

Sum samráðingargrundarlag kundu sonurnar verið upp til 100 kilometrar hvørjumegin á ávísum markna- og vápnahvíldarøkjum, við altjóða eftirliti og greiðum reglum um verju og marknaeftirlit.

Meira enn 30 lond hava longu tikið lut í arbeiðinum at fyrireika trygdarábyrgdir fyri Ukraina. Málið eigur at vera, at hesi londini geva endaligar, løgfrøðiliga bindandi trygdarábyrgdir, ið kunnu tryggja landið móti nýggjum álopum.

Samstundis má Ukraina varðveita eina sterka verju, eitt munadygt loftverjuskipan og møguleikan at verja sítt egna land.

Tá ið ein vápnahvíld er komin í lag, kundi ein altjóða trygdarstyrki, við samtykki frá Ukraina, verið sett at hava eftirlit við vápnahvíldarlinjuni í Eysturukraina og fæstningsbeltinum i Donbas.

Sameksistensur á Krim og sjálvræði í Donbas

Krim og Donbas eru millum torførastu spurningarnar í eini friðaravtalu.

Á Krim kundi ein praktiskur leistur fyri friðarligari sameksistens verið skipaður, har bæði londini samstarva um samferðslu, havnir, orku, handil, familjusambond og borgararættindi, útbúgving og umsiting og har bæði ukrainskt og russisk vóru góðkend sum høvuðsmál. Størri sjálvræði í Donbas og á Krim kann koma í lag, uttan at endaliga spurninginum um landafrøðiligt fullveldi verður avgjørt í fyrsta umfari.

Í Donbas kundi víðkað lokalt sjálvræði innan ukrainska ríkið givið íbúgvunum størri ávirkan á mál, mentan, undirvísing, handil og lokala fyrisiting.

Ein slík loysn krevur samráðingar, virðing fyri mannarættindum og altjóða eftirlit.

50 lond kunnu endurbyggja Ukraina

Heimsbankin metti í februar 2026, at endurbyggingin og endurreisingin av Ukraina fara at kosta nærum 588 milliardir dollarar komandi tíggju árini.

Tí eigur eitt altjóða samstarv við 50 búskaparliga sterkum londum at verða skipað, har londini geva ítøkilig fíggjarlig lyfti til endurbyggingina. Longu nú vita vit at tað eru umleið 50 lond klár til at verða við til at menna Ukraina tá friður aftur valdar.

Stuðulin skal fevna um bústaðir, vegir, havnir, orku, sjúkrahús, útbúgving og menning av ukrainska vinnulívinum.

Samstundis kann handilin millum Evropa og Russland stigvíst normaliserast, tá ið ein friðaravtala verður sett í verk og hildin.

Eitt nýtt EU–NATO–Russland-ráð við fundarstaði í Finnlandi kundi havt ábyrgd av at fylgja trygdaravtalum, demilitariseraðum sonum, hernaðarligum avmarkingum og framtíðar samstarvi.

Friður krevur eina nýggja hugsan

Evropa hevur tørv á eini nýggjari trygdarpolitiskari skipan, har tryggleiki, diplomati, samhandel og búskaparligur framburður verða hugsað saman.

USA hevur víst, at diplomatiska samskiftið við Russland kann haldast opið, eisini tá ið ósemjurnar eru stórar. Tað er eitt týdningarmikið grundarlag at byggja víðari á. Neyðugt verður eisini í framtíðini at fleiri EU lond keypa orku frá Ruslandi tó tey ikki mugu bliva strategisk bundin av hesum samhandli. Týski ídnaðurin hevur longu víst á at tað er alneyðugt fyri kappingarføri at keypa russiska orku.

Men Kina kann gerast tann samstarvsparturin, sum saman við USA, Evropa og øðrum stórveldum kann leggja nýggja orku í friðartilgongdina.

Ein varandi friður krevur, at Ukraina fær veruliga tryg frá samstarvsfeløgunum, at russisk trygdaratlit verða viðgjørd, og at øll londini kunnu síggja fyrimunirnar við friðarligari sameksistensi.

Kina hevur bæði búskaparligu styrkina og politisku ávirkanina. Spurningurin er, um Kina nú vil brúka hesa styrkina til at gerast ein av lyklunum til varandi frið í Evropa.

Ukrainska og Russiska fólki má fáa frið og kunna liva og virka í heimssamfelagnum og síggja frám móti ljósari tíðum.

Kyiv. Capital of Ukraine. Summer 2018.Central Independence Square. View of the Maydan Nezalezhnosti in downtown with monument and hotel Ukraina building with flag and and fountain

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira