lørdag, september 12, 2026
Home Fólk og Frítíð Søgurnar aftanfyri We need Art

Søgurnar aftanfyri We need Art

0 comments

We Need Art 2026 hevur sett sín dám á veggir og býrarrúm ymsa staðni í kommununi og runt um í landinum. Aftanfyri verkini á veggunum eru eisini søgur, vit ikki kenna. Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni torshavn.fo

AURAMYNDIR Weneedart 27

Fríggjakvøldið varð skipað fyri tiltakinum We Need Art – Søgurnar aftanfyri veggirnar í Perluni. 

A speaker presents in front of an audience, with a projector screen displaying an image behind him.

A diverse audience sits at tables, attentively listening to a speaker in a modern venue.

Verk fyri verk fingu fólk innlit í søgurnar, tankarnar og hugleiðingarnar hjá listafólkunum, og hvussu tað var at arbeiða við list í føroyska býarrúminum –  Eisini teimum meira óvæntaðu søgunum, sum ofta fylgja við, tá listin flytur út á veggirnar.

A mural of an elderly woman in a red scarf, with a crowd of people blurred in the foreground.
A woman with long hair speaks into a microphone, smiling, while holding a card. A colorful mural is visible in the background.

Elsa Berg, borgarstjóri, nýtti eisini høvi at siga nøkur orð. 

Listin er seinastu mánaðirnar flutt út úr teimum vanligu rammunum og inn í okkara gerandisdag. Hon er komin út á veggirnar, har vit øll kunnu síggja hana. Listin kann skapa samleika og gera býarrúm til nakað, vit minnast. Hon kann geva okkum nakað at tosa um og kanska fáa okkum at síggja býin við nýggjum eygum.

Sum partur av kvøldinum varð eisini víst á nøkur av teimum verkunum, sum føroysk listafólk hava málað á plátur í býnum.

Two people are observing a mural featuring a bird and hands, with vibrant colors and expressive details.

A lively gathering in a venue with art displays, featuring people chatting and seated at tables.

Kelda & myndir: torshavn.fo 8 sept.2026

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira