tirsdag, juli 14, 2026
Home TP - TÓRSPORTALURIN Almenn framløga um íbúðarverkætlan í Eysturbýnum 22. juni

Almenn framløga um íbúðarverkætlan í Eysturbýnum 22. juni

0 comments

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 5. mai 2026 uppskot um at broyta byggisamtykt nummar 7 fyri Eysturbýin.

Uppskot til broyting av serstøku byggisamtykt nr. 7_mai 2026_mynd

Uppskotið til broytingina er í sambandi við ætlaða íbúðarverkætlan á matrikkli 1314 í Havn.  Í hesum sambandi bjóðar kommunan øllum áhugaðum til framløgu um íbúðarverkætlanina. Framløgan verður í Posthúskjallaranum, Tórsgøta 8, mánadagin 22. juni klokkan 17.

Broytingaruppskotið og hoyringina sært tú her: 

Broyting av serstøku byggisamtyktini nr. 7 fyri Eysturbýin

Kelda: torshavn.fo – framsíðumynd 24.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira