onsdag, juli 22, 2026
Home Uncategorized Laksaútflutningurin vaksin yvir 485 milliónir krónur
24.fo

Laksaútflutningurin vaksin yvir 485 milliónir krónur

0 comments

Samlað varð útflutt fyri góðar 14 milliardir krónur í uppgerðarárinum frá juni 2025 til mai 2026. Tað eru 1,3 milliardir krónur meira enn undanfarna skeið. Hetta skrivar Hagstovan

Fiskavøruútflutningurin er vaksin góðar 1,3 milliardir krónur, ella 11,2 prosent. Útflutningsvirðið av flestu fiskasløgunum er vaksin, meðan útflutningsvirðið á fóðri og fiskamjøli er minkað.

Útflutningsvirðið á laksi vaks góðar 485 milliónir krónur í uppgerðarskeiðnum. Tað er ein vøkstur á 8,3 prosent í útflutningsvirðinum hetta seinasta 12-mánaðaskeiðið, meðan nøgdin vaks við meira enn 18 túsund tonsum, ella 18,3 prosent.

Útflutningsvirðið á toski er vaksið knappar 336 milliónir krónur, ella 28,6 prosent. Útflutta nøgdin er vaksin við 4,1 prosenti.

Vøruútflutningur í virði skiftur á MCS fiskaslag

12 mánaðarskeið 2024/25 og 2025/26

 juni – maimunur
 2024-252025-26mió. kr.%
Tilsamans12.745,114.038,01.292,910,1
Fiskavøruútflutningur11.907,913.236,81.328,911,2
00900 – Laksur5.865,96.351,3485,38,3
01200 – Svartkjaftur294,4242,3-52,0-17,7
01300 – Toskur1.175,41.511,2335,828,6
01500 – Hýsa209,3384,5175,283,7
02100 – Upsi327,8465,8138,042,1
03600 – Sild531,3639,0107,720,3
03800 – Makrelur1.706,01.640,9-65,1-3,8
04001 – Lodna19,9194,0174,1876,1
08600 – Onnur nýtsla, ikki mannaføði177,5213,936,420,5
08601 – Fóður464,9405,4-59,5-12,8
09700 – Fiskamjøl356,3180,5-175,9-49,4
09800 – Lýsi6,416,19,8153,4
Annar fiskur772,8992,0219,128,4
Ikki fiskur837,2801,3-36,0-4,3

Kelda:Hagstova Føroya

Vøruútflutningur í nøgd skiftur á MCS fiskaslag

12 mánaðarskeið 2024/25 og 2025/26

 juni – maimunur
 2024-252025-26tons%
Tilsamans611.421,2576.887,9-34.533,3-5,6
Fiskavøruútflutningur525.858,6493.723,1-32.135,6-6,1
00900 – Laksur98.902,7116.991,818.089,118,3
01200 – Svartkjaftur117.210,855.504,8-61.706,0-52,6
01300 – Toskur18.617,219.379,9762,74,1
01500 – Hýsa6.396,98.801,62.404,737,6
02100 – Upsi11.316,412.071,8755,46,7
03600 – Sild46.789,576.667,229.877,763,9
03800 – Makrelur99.634,466.682,5-32.951,9-33,1
04001 – Lodna1.274,013.903,712.629,7991,3
08600 – Onnur nýtsla, ikki mannaføði39.735,551.444,511.709,129,5
08601 – Fóður31.329,027.603,8-3.725,2-11,9
09700 – Fiskamjøl26.277,912.096,4-14.181,4-54,0
09800 – Lýsi633,81.518,6884,8139,6
Annar fiskur27.740,531.056,53.316,012,0
Ikki fiskur85.562,583.164,8-2.397,7-2,8

Kelda:Hagstova Føroya

Útflutningurin av fiskavørum skiftur á landaøki

Størsti vøksturin í útflutningi av fiskavørum er til ES, “Asia annars”, “Afrika annars” og til Miðeysturs. Størsti vøksturin til asiatiska marknaðin er til Kina, ið stendur fyri góðum 340 milliónum krónum av vøkstrinum. Í Miðeystri stendur laksur til Ísraels fyri nærum 77 milliónum krónum av vøkstrinum. Útflutningurin til ES er vaksin við nærum 1,1 milliard krónum. Harav er útflutningurin til Spania vaksin við 286 milliónum krónum, og til Fraklands við 236 milliónum krónum. Útflutningurin til “Evropa annars” er minkaður knappar 349 milliónir krónur. Av hesum er útflutningurin til Russlands minkaður við 219 milliónum krónum.

Útflutningur av fiskavørum skiftur á landaøki

12 mánaðarskeið 2024/25 og 2025/26

 juni – maimunur
 2024-252025-26mió. kr.%
Tilsamans11.907,913.236,81.328,911,2
ES (27_2020)5.680,86.770,51.089,619,2
Evropa annars3.290,82.941,9-348,9-10,6
Norðurafrika95,8103,67,98,2
Afrika annars86,5239,0152,6176,5
Norðuramerika1.692,21.700,78,60,5
Miðamerika og Karibia0,00,10,1420,5
Suðuramerika0,00,00,0
Miðeystur58,8173,8115,0195,6
Asia annars1.003,01.307,1304,130,3
Avstralia og Nýsæland0,00,00,0
Oseania og Póløkini annars0,00,00,0
Ógreinað og ókent0,00,00,0

Kelda:Hagstova Føroya

Sjey lond keypa fiskavørur fyri yvir eina milliard krónur um árið úr Føroyum. Hesi eru USA, Spania, Bretland, Danmark, Kina, Russland og Niðurlond. Útflutningurin til Kina vaks nógv fram til endan av 2019, men minkaði síðani nógv í byrjanini av 2020. Síðani tá, er mánaðarligi útflutningurin til Kina fýrfaldaður frá umleið 20 til 80 milliónir krónur um mánaðin. Mánaðarligi útflutningurin til Spania er vaksin úr umleið 20 milliónum krónum í 2018, til nú at vera góðar 100 milliónir krónur í miðal um mánaðin. Somuleiðis er útflutningurin til Niðurlond meira enn trífaldaður síðani 2021, og nærkast nú 90 milliónum krónum mánaðarliga.   

Hagstovan Juli 2026

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira