lørdag, maj 16, 2026
Home Uncategorized Føroyska manslandsliðið skal til HM

Føroyska manslandsliðið skal til HM

0 comments

Føroyska manslandsliðið hevur skrivað søgu. Við einum sterkum og taktiskt avriki hava Føroyar tryggjað sær pláss í HM-endaspælinum – nakað sum eingin hevði torað at droyma um fyri fáum árum síðan.

Dystirnir móti Bosnia Hersogovina vístu eitt lið, ið stendur saman, stríðist fyri hvørjum bóltið. Serliga var tað verjan og málmansspælið í fyrra dystinum, sum gjørdist avgerandi, og sum bar liðið allan vegin.

Hetta er ein søguligur dagur fyri føroyskan hondbólt, fyri fjepparar og fyri alt landið. Liðið hevur víst, at tað ikki bara kann kappast við tey bestu – tað kann eisini vinna.

24FO.news ynskir tykkum hjartaliga tillukku við sigrunum og HM-plássinum. Hetta er stórt.

Mynd frá kvf.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira