onsdag, juli 22, 2026
Home Vinna Føroyar framvegis á hvítalista

Føroyar framvegis á hvítalista

0 comments

Føroyar eru farnar 7 pláss niður á Hvítalista hjá Paris MoU og eru nú á 37. plássi av 40. Listin verður kunngjørdur árliga, og á undanfarna lista vóru Føroyar á 30. plássi.

Plaseringin á listanum er grundað á talið av afturhaldum í havnastatseftirlitum seinastu 3 árini. Føroysk skip eru afturhildin 8 ferð í 225 eftirlitum seinastu 3 árini (2023, 2024 og 2025).

Tað er umráðandi at venda gongdini og tryggja, at Føroyar framvegis varðveita plássið á Hvítalista. Sjóvinnustýrið hevur tí økt um talið av flaggstatseftirlitum og væntar, at reiðaríini fremja neyðug tiltøk fyri at minka um talið av frávikum og forða fyri afturhaldum.

Nýggjasti listin hjá Paris MoU sæst her.

Kelda & mynd: fma.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira