Fríggjadagin vóru nógv fólk í Kongshøll til afturvendandi tiltakið Vinnuforum, har áhugaverdir fyrilestrar vóru á skrá. Hetta skrivar Tórshavnar kommuna

Vinnuforum er eitt afturvendandi tiltak hjá Tórshavnar kommunu og Hugskotinum, har bjóðað verður inn til ein spennandi seinnapart, har vinnan og kommunan fáa høvi at hittast til netverkan og íblástur. Hetta er eitt tiltak, sum hevur til endamál at fáa tættari samstarv millum vinnu og kommunu, ið eisini er ein fortreyt fyri vøkstri og framburði.
Elsa Berg, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, setti dagin. Hon kom m.a. inn á týdningin av tøttum samstarvi millum kommunu og vinnu.
“Nútíðin setur eisini krøv til vinnuna og kommununa. Krøv um burðardygd og náttúruvernd. Eg má viðganga, at vinnulívið viðhvørt er frammanfyri politikarar, tá tað snýr seg um hesi viðurskifti. Tí viðskiftafólk vilja hava burðardygd, og vinnulívið tillagar seg. Umráðandi er tí, at kommunan megnar at hjálpa vinnuni at røkka hesum málum
– Politiska skipanin hevur nógv at læra av vinnuni. Tí í vinnuni er viðhvørt neyðugt at hugsa ørvísi. Og í vinnuni er neyðugt at tora at ganga nýggjar leiðir. Á Vinnuforum í ár gongur sjón fyri søgn um hetta.”

Solby A. Christiansdóttir, oyggleikasamskipari, greiddi síðani frá tilgongdini at skipa fyri Betri Oyggjaleikum í Føroyum í 2027 – størsta tiltakið, sum higartil hevur verið í Føroyum. Fyrireikingarnar eru longu væl áleiðis, og tá leikirnir verða settir í 2027, verður hetta eitt tiltak, sum savnar alt landið – frá ítrótti og mentan til ferðavinnu og vinnulív. Væntað verður, at millum 2.500 og 3.000 gestir vitja í Føroyum, og at bæði vinnan og meira enn túsund sjálvboðin fáa ein týðandi leiklut í tiltakinum. Víst varð á, hvussu Føroyar fyrireika seg til at hýsa leikunum – og hvussu fyritøkur, stovnar og borgarar kunnu vera partur av hesi søguligu hending.

Rúni Nielsen legði síðani fram um slóðbrótandi skipanina hjá Centrego Atlantic, sum automatiserar reingerð og sóttreinsan. Skipanin er ment við elektrokemiska aktivering, og brúkar bert salt, vatn og streym – ein grøn, einfald og burðardygg loysn við altjóða potentiali.

Tórheðin J. Jensen greiddi frá arbeiðinum at seta á stovn FinEst Faroe Fund – ein vinnufremjandi íløgugrunn, sum hevur føroyskar fyritøkur í brennideplinum. Grunnurin skal bøta um stóru avbjóðingarnar í Føroyum., so sum mangul upp á marknaðarlikviditet, váðafúsan kapital – serliga at byrja við. FinEst Faroe Fund verður skipaður í samstarvi við FinEst Love VC Management í Estlandi, og hevur ES-góðkent loyvi at gera íløgur upp til 500 mió. EUR.

Fyrra løtan endaði við áhugaverdari framløgu um FabLab í Vági. Tina Grønbeck greiddi frá, hví eitt FabLab er so nógv meira enn bara enn ein verkstaður – og hvørjir møguleikar eru við FabLab í Føroyum. FabLab stendur fyri Fabrication Laboratory – eitt verkstaður fyri framtíðina, har talgild og analog amboð eru til taks fyri øll, sum vilja menna hugskot.

Aftaná ein stuttan steðg, varð greitt frá um Street Food í Havn. Súni Christiansen, stigtakari, fekk hugskotið, tá hann fyrstu ferð vitjaði hæddina í Bacalao og sá fyri sær eitt stað, har gestir kunnu njóta mat úr ymiskum básum, eitt skeinkistað og ein livandi mentanarpall – alt við einum av bestu útsýnunum í Havn. Ætlanin fevnir um 650 m², við pláss fyri uml. 10 matbásum. Hetta skal tó ikki vera ein vanligur “food court” – men eitt stað har matur verður borin fram við dygd, hugflogi og lokalum íblástri, og har burðardygd er ein reyður tráður og verður hetta vónandi ein miðdepil fyri matmentan í Føroyum.

Rannvá Káradóttir & Marianna Mørkøre byrjaðu dansifilmsverkætlanina í 2008. Endamálið við RAMMATIK er at varpa ljós á føroyska filmslist og áhaldandi at menna føroysku filmsverðina við føroyskt framleiddum dansifilmum. RAMMATIK hevur vakt stóran altjóðan ans – og tær hava vunnið fleiri heiðurslønir fyri sín serliga minimalistiska stíl og vøkru dansifilmar. Undanfarin verk fevna bæði um filmsframleiðslur og livandi framførslur. Við nýskapan, framsøkn, áhaldni og dirvi vilja tær prógva, at tað er møguligt at skapa føroyska dansifilmslist á einum altjóða støði og høvdu tær eina sera spennandi framløgu um júst hetta.

Seinast á skrá var Óli Restorff Hansen, stjóri í OY. Hann greddi frá, hvussu OY nú ikki bert er eitt bryggjarí. OY er við tíðini vorðið eitt savningarstað, ein mentanarligur miðdepil og eitt brand, sum er bæði kul og serføroyskt og hevur soleiðis prógvað, at eitt bryggjarí kann vera nógv meira enn framleiðsla av øli.

Heðin Mortensen tók at enda saman um Vinnuforum.
“Í meira enn 50 ár havi eg verið partur av kommunalpolitikki her í Havnini. Hesi árini havi eg sæð menning og vøkstur í vinnuni. Okkurt bakkast hevur sjálvandi verið, men vinnan reisir seg altíð aftur. Tí tit vinnufólk duga og tora.
– Dagurin í dag hevur víst, at vinnan tillagar seg og broytist. Sum formaður í Vinnunevndini fegnist eg um Vinnuformum. Her fær vinnan víst, hvat hon hevur at bjóða. Her er eisini høvi hjá vinnuni at hitta umboð fyri kommununa. Tí umráðandi er, at vit vita av hvør øðrum, so vinnan í Tórshavnar kommunu altíð hevur bestu karmar at virka undir.
Fari at takka fyri áhugaverdu framløgurnar í dag og vil eisini takka fyrireikarunum fyri eitt gott Vinnuforum.”



Kelda & myndir: torshavn.fo 13 okt. 2025
