Undirsjóvarbreyt (metro) til útoyggjarnar

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 3 måneder ago
Updated 2023/12/06 at 12:02 AM

Við undirsjóvarbreytum er tað møguligt at knýta allar Føroyar í eitt samferðslukervi soleiðis, at tað bert tekur fáar minuttir at koma av útoyggj inn á meginøkið. Trygt, lætt og ómakaleyst í øllum veðri, allar árstíðir uttan avlýsingar og seinkingar orsakað av veðri. Tá kunnu fólk búgva á útoyggj og bert hava fáar minuttir til arbeiðis.

Áhugin og eftirspurningurin eftir betri sambandi til útoyggjarnar hevur ongantíð verið so stórur sum nú. Tí hevur undirritaða við hesum spurgt landsstýrismannin í samferðslumálum, um hann hevur ætlanir um alternativar farleiðir til útoyggjarnar.

Her hugsi eg um undirsjóvarbreytir (metroir).

Í fyrsta umfari hugsar undirritaða um Nólsoynna. Um hetta vísir seg at verða ein góð loysn, kunnu undirsjóvarbreytir gerast til aðrar av smáu útoyggjum okkara.

Sí skrivliga fyrispurningin til landsstýrismannin Dennis Holm niðanfyri myndirnar:

Skrivligur fyrispurningur eftir § 53 í Tingskipanini
Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna
Svarari: Dennis Holm landsstýrismaður í samferðslumálum
Evni: Undirsjóvarbreyt (metro) til útoyggjarnar

Spurningar:
1. Ætlar landstýrismaðurin at kanna møguleikarnar at loysa samferðsluna til
útoyggjarnar við eini undirsjóvarbreyt (metro)? Í fyrsta umfari kundi farvegurin til Nólsoynna verið ein byrjan?

2. Hvat kosta undirsjóvarbreytir (metroir) og viðlíkahald og rakstur av teimum í mun til aðrar samferðslumøguleikar?

Viðmerkingar:
Áhugin og eftirspurningurin eftir betri sambandi til útoyggjarnar hevur ongantíð verið so stórur sum nú. Tí vil undirritaða við hesum spyrja landsstýrismannin í samferðslumálum, um hann hevur ætlanir um alternativar farleiðir til útoyggjarnar.

Her hugsi eg um undirsjóvarbreytir (metroir).

Í fyrsta umfari hugsar undirritaða um Nólsoynna. Um hetta vísir seg at verða ein góð loysn, kunnu undirsjóvarbreytir gerast til aðrar av smáu útoyggjum okkara.

Tað er umráðandi, at landsstýrismaðurin kannar og samanber eina nýggja metro við núverandi sigling um firðir og sund og aktuellar framtíðarætlanir hesum viðvíkjandi.

Upplýsingar hesum viðvíkjandi kunnu innheintast frá LV, Tunnilsfelagnum og/ ella øðrum.

Við undirsjóvarbreytum er tað møguligt at knýta allar Føroyar í eitt samferðslukervi soleiðis, at tað bert tekur fáar minuttir at koma av útoyggj inn á meginøkið. Trygt, lætt og ómakaleyst í øllum veðri, allar árstíðir uttan avlýsingar og seinkingar orsakað av veðri. Tá kunnu fólk búgva á útoyggj og bert hava fáar minuttir til arbeiðis.

Metro er í dag í flestu størru býum í Europa, og er hetta ein burðardygg
samferðsluloysn. Nú stórt fokus er á CO2 útlát, so er hetta ein loysn við lítlum CO2 útláti og minimalum viðlíkahaldi. Við eini undirsjóvarbreyt (metro) heldur enn undirsjóvartunlum til útoyggjarnar sleppa vit undan, at smáplássini óneyðugt verða fylt við bilum.

Vit skulu miða eftir at fáa eitt burðardygt, virkið, langtíðarætlað og kollektivt
infrakervi. Somuleiðis eiga vit at hava sum mál at menna allar Føroyar – eisini
útoyggjarnar – og gera tað, vit eru ment, fyri at tryggja vøkstur og trivna allastaðni, og at fólk kunnu búgva á útoyggj og arbeiða á meginøkinum. Eisini umvent um fólk búgva á meginøkinum, so kunnu tey lættari arbeiða á útoyggj.

Fyrsta undirgrundarbreytin varð gjørd í London í 1863, so nú er kanska tíð uppá, at vit í Føroyum, 160 ár seinni, fáa eina undirsjóvarbreyt (metro).

Á Løgtingi, 5. desember 2023
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Share this Article