By using this site, you agree to the Privacy Policy and Terms of Use.
Accept

24FO.NEWS

Netavís

  • 24FO.NEWS
  • Fólk og Samfelag
  • Vinna & Samfelag
  • Fiski- & Alivinna
  • Tænastuvinna
  • Fólk og Frítíð
  • Tíðindir
    • Útvaldar greinar
    • Útland
    • Politikkur
    • Lesarin skrivar
    • 24.FO
    • Home Business
    • Greinasavn
    • Uncategorized
Reading: Vinnulívsmaður og fyrrverandi borgarstjóri uppstillaður fyri Framsókn
Share
Notification Show More
Latest News
Úrslit frá yvirlitstrolingunum í summar
1 dag ago
Kvinna dømd 6 ára fongsulsrevsing fyri at smugla kokain
2 dage ago
Jan Ziskasen er farin frá sum samtaksstjóri í Føroya Tele, og William Joensen, fíggjarstjóri, tekur fyribils við stjórastarvinum. Nevndin í Føroya Tele ynskir at seta út í kortið av nýggjum, og tí verður ein menningartilgongd sett í verk í samtakinum.
2 dage ago
Álit um universitetssjúkrahús handað landsstýriskvinnuni
1 uge ago
Stong Havstovuna og opna Bankan
1 uge ago
Aa
24FO.NEWS24FO.NEWS
Aa
  • 24FO.NEWS
  • Fólk og Samfelag
  • Vinna & Samfelag
  • Fiski- & Alivinna
  • Tænastuvinna
  • Fólk og Frítíð
  • Tíðindir
  • 24FO.NEWS
  • Fólk og Samfelag
  • Vinna & Samfelag
  • Fiski- & Alivinna
  • Tænastuvinna
  • Fólk og Frítíð
  • Tíðindir
    • Útvaldar greinar
    • Útland
    • Politikkur
    • Lesarin skrivar
    • 24.FO
    • Home Business
    • Greinasavn
    • Uncategorized
Have an existing account? Sign In
Follow US
© 2022 Foxiz News Network. Ruby Design Company. All Rights Reserved.
24FO.NEWS > Politikkur > Vinnulívsmaður og fyrrverandi borgarstjóri uppstillaður fyri Framsókn
Politikkur

Vinnulívsmaður og fyrrverandi borgarstjóri uppstillaður fyri Framsókn

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 10 måneder ago
Updated 2022/12/04 at 2:38 PM
Share
SHARE

Vinnulívsmaðurin Árni M. Dam, ið eisini hevur veri borgarstjóri í Sunda kommunu og havt hópin av álitisstørvum í samfelagnum, er á listanum hjá Framsókn. Her er ein profilur av Árna M. Dam.

Árni byrjaði sína yrkisleið á sjónum og hevur siglt í mong ár við línuskipum og eisini verið reiðari. Eitt skiftið var hann eisini skrivari hjá Reiðarafelagnum.

Contents
Vinnulívsmaðurin Árni M. Dam, ið eisini hevur veri borgarstjóri í Sunda kommunu og havt hópin av álitisstørvum í samfelagnum, er á listanum hjá Framsókn. Her er ein profilur av Árna M. Dam.Nógv eftirspurdir nevndarlimur:Sjólívið og reiðaravirksemi:Politiska lívsleiðin:Politiska framtíðinUm Árni M. Dam

Hann var við til, at gera fiskidagaskipanina og ikki minst var hann við til, at slóða fyri øktum makrelrættindum til Føroyar, tá hann starvaðist í Reiðarafelagnum saman við Viberg Sørensen í var formaður í felagnum.

Nógv eftirspurdir nevndarlimur:

Árni er í dag næstformaður í Útnorðurgrunninum. Harumframt hevur hann eisini verið nevndarlimur í Faroe Seafood, Kollafjørð Pelagic, Framtaksgrunninum og Føroya Tele Net.

Sjólívið og reiðaravirksemi:

Sigldi í mong ár við línuskipum, harav 9 ár sum stýrimaður og skipari.  Var í fleiri ár reiðari M/S SIGMUND, M/S TUMMAS NYGAARD og M/S FULGTÚGVUNI, virkiseigari og stjóri á fiskavirkjunum ið var á Norðskála og sum í dag er Sjógæti. Var eisini formaður í Felagnum Línuskip. Í dag rekur familjan handilin Stanley á Norðskála sum tey hava átt í 26 ár.

Politiska lívsleiðin:

Árni hevur í fleiri ár verið virkin í bygdaráðnum í Sunda kommunu. Hann var í Sunda Kommunu í 16 ár, harav Borgarstjóri í eitt valskeið og varaborgarstjóri í eitt. Hann minnist tíðina sum sera hendingaríka, tá hann byrjaði í bygdaráðnum skyldaðu tey um 5 álíkningar og tá hann gavst í býráðsarbeiði eftir 16 ár var kommunan fíggjarliga val fyri. Hann sigur at hetta var ein sera áhugaverd tí, Tey bygdu stóran dagstovn og var hetta arbeiði gjørt í tøttum samstarvið við starvsfólkini innan barnaansingina. Eisini valdu tey at gera stóru vinnuligu útstykkingina norðanfyri brúnna. Hetta er í dag ein kraftmiðdepil í økinum við fleiri handlum, matstovu og læknamiðstøð. Hetta má sigast at hava veri ein sera visioner ætlan sum hevur ment hetta økið munandi. Eisini bleiv vegurin suður til Rækjuvirki gjørdur í hesum tíðarskeiðinum.

Politiska framtíðin

Fiskivinnan hevur mín stóra áhuga og her er neyðugt at, vit fáa fleiri rættindi til tann partin av flotanum sum hevur tað trupult, partrolarar og húkaflotan.

Tað ber ikki til at Línu- og útróðrarflotin skal keypa agn fyri nógvan pening, tá vit hava økt okkara uppisjóðarrættindi sera nógv. Tí skal hesin parturin av flotanum, sjálvandi fáa bíligt agn – sild og makrel, eins og tað verður gjørt eitt nú í Noreg.

Bara hetta eina tiltakið vildi betra munandi um lønsemið hjá Línuskipunum og útróðrarbátunum. Eg ynski eisini at vit føra ein politikk har haldførið í búskapinum gerst betri og máli er sjálvsagt, at fáa ein sjálvberðandi búskap. Her og nú við høgari inflatión og hækkandi rentu skulu vit frá politiskari síðu stuðla teimum sum hava tað truplast. Eisini mugu vit fáa munandi fleiri bústaðir, bústaðartrotið má loysast. Eg ynski veruliga at vit hava eitt vælferðarsamfelag fyri øll, sigur hann at enda í viðtælu við 24fo.news.

Um Árni M. Dam

61 ára gamal. Tók skiparaprógv á Sjómansskúlanum í 1981 og Hægri Handilsskúla á Kambsdali í 1992. Er giftur og eiga tey 2 børn.

Mín størsti áhugi hevur altíð verið og er – føroysk fiskivinna og samfelagsviðurskifti.

Frítíðarvirksemi: Bridge, Talv og bókalesnaður.

You Might Also Like

Suðuroyggin ikki partur av Føroyum

Sjálvandi má bílig og trygg langtíðarfígging til Suðuroyartunnilin

Jú, Suðuroyartunnilin kemur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 53 í Tingskipanini

Teir átjan rossleyparnir

Lagt út ÓML december 3, 2022
Share this Article
Facebook TwitterEmail Print
Previous Article Løgtingsins umboðsmaður hevur fingið nýggja heimasíðu
Next Article Vit geva vinnuni áræði
Leave a comment

Skriv et svar Annuller svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *

You Might Also Like

Suðuroyggin ikki partur av Føroyum

4 uger ago

Sjálvandi má bílig og trygg langtíðarfígging til Suðuroyartunnilin

4 uger ago

Jú, Suðuroyartunnilin kemur

4 uger ago

Skrivligur fyrispurningur eftir § 53 í Tingskipanini

4 uger ago
24FO.NEWS24FO.NEWS

© MERCOM - 24.FO - 24FO.NEWS - All Rights Reserved.
Ábyrgdarstjóri: Óli M. Lassen Post: info@24fo.news - Telefon 252424

Removed from reading list

Undo
Welcome Back!

Sign in to your account

Lost your password?