fredag, oktober 9, 2026
Home Fólk og Samfelag Raðfesti rakstrarsparandi íløgur

Raðfesti rakstrarsparandi íløgur

0 comments

Politisku myndugleikarnir eiga at raðfesta rakstrarsparandi íløgur framum aðrar íløgur, tí tær bøta um fíggjarpolitiska haldførið. Hetta skrivar Búskaparráðið

Úrslitið í grundframlitinum í haldførisfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum er ein haldførisávísi á -4% av BTÚ í 2026. Tað merkir, at inntøkur mugu fáast til vega ella sparingar fremjast, fyri áleið 1,2 mia. kr. í miðal árliga, um verandi tænastustøði á vælferðarøkinum skal veitast í framtíðini. Úrslitið er treytað av, at pensjónsaldurin verður hækkaður og at almennu veitingarnar veksa við lægri ferð, enn lønirnar. 

Tí eiga rakstrarsparandi íløgur í vælferðraøkið at hava hægstu raðfesting hjá politisku myndugleikunum. Eitt nú eru nógvir smáir fólkaskúlar og stovnar, bæði í almannaverkinum og á eldraøkinum. 

Til dømis hava Føroyar eitt lutfalsliga høgt kostnaðarstøði á eldraøkinum. Megna vit at økja produktivitetin í almenna geiranum við eitt nú íløgum í størri rakstrareindir, so somu ella betri tænastur kunnu veitast við minni tilfeingi, bøtir tað um haldførið.

Í frágreiðingini um kommunubúskapin frá á heysti 2025 vísti Búskaparráðið til dømis á, at íløgur í eldraøkið, sum lækka eindarkostnaðin fyri hvørt búpláss á bústovnum við í miðal 20%, letur seg gera. Verður einstaklingakostnaðurin á eldraøkinum lækkaður við 20%, tað vil siga, hvussu nógv hvør persónur í hvørjum árgangi í miðal kostar í eldrarøkt yvir tíðarskeiðið 2025 – 2035 gevur tað ístaðin ein haldførisávísa á -2,5%. 

Búskaparráðið mælir tí politisku myndugleikunum at geva rakstrarsparandi íløgum hægstu raðfesting innanfyri verandi íløgukarmi.

Sí brot frá framløguni av haldførisfrágreiðingini her.

Les meira í haldførisfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum her.

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira