Produktivitetsvøksturin og prísvøksturin seinastu árini eru brúkt sum grundarlag at rokna lønarkarmin út
Felags lønarkarmurin, sum er avtalaður á almenna arbeiðsmarknaðinum, verður 3,86% komandi árið. Tað er greitt, nú tjóðarroknskapurin fyri 2025 er almannakunngjørdur.
Í februar í ár skrivaðu Fíggjarmálaráðið og 12 fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum undir avtalu um felags lønarkarm.
Sambært hesi avtalu skal lønarkarmurin fyri tíðarskeiðið 1. oktober 2026 til 30. september 2027 ásetast, tá ið tølini fyri produktivitetsvøksturin í 2025 eru tøk. Tey tølini eru tøk nú.
Seinastu árini eru grundarlag
Lønarkarmurin verður roknaður eftir produktivitetsvøkstrinum seinastu fimm árini, tað vil siga árini 2021-2025, og eftir miðal prísvøkstrinum seinastu trý árini – frá august 2023 til august 2026. Harumframt verður lønarkarmurin tillagaður eftir privata arbeiðsmarknaðinum.
Miðal produktivitetsvøksturin fyri árini 2021-2025 var 1,80%, og miðal prísvøksturin fyri 2023-2026 var eisini 1,80%. Samanlagt var miðal fyri produktivitetsvøkstur og prísvøkstur í avtalaða tíðarskeiðnum 3,60%.
Privati karmurin ávirkar
Orsøkin til, at lønarkarmurin lendir á 3,86%, er ávirkanin frá lønarkarminum á privata arbeiðsmarknaðinum.
Í avtaluni millum Fíggjarmálaráðið og fakfeløgini er nevniliga ásett, at karmurin verður tillagaður við 75% av muninum millum roknaða lønarkarmin og avtalaða lønarkarmin á privata arbeiðsmarknaðinum. Tillagingin gevur hesa ferð 0,26%, sum sostatt skulu leggjast afturat roknaða lønarkarminum.
Lønarkarmurin frá 1. oktober 2027 og til avtalan fer úr gildi verður ásettur á hvørjum ári eftir sama leisti.
Kelda: fmr.fo – mynd: 24fo.news
