Home Fólk og Samfelag Hallgerð Joensen 35 ára starvsdag

Hallgerð Joensen 35 ára starvsdag

by Lagt út ÓML

– Eg veit væl, at tær ikki dámar at vit gera ovnógv hóvasták burturúr tær og at tær ikki dámar, at tað er ovnógv stákan og vas rundanum teg. Men tú sleppur ikki undan nøkrum orðum á leiðini. Tí tú hevur starvast hjá kommununi í fleiri enn 35 ár og harav eini 15 ár í Sólareyganum.

– Tí fyri okkum, sum royna at umsita kommununa, so hevur tað alstóran týdning at hava starvsfólk, sum hava drúgvar royndir. Starvsfólk, sum hava havt ymsar og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur, og hava møtt nógvum avbjóðingum gjøgnum eitt langt arbeiðslív.

– Eg veit eisini, at tú ert ein av hesum – sera álítandi og arbeiðssom, aldrin sjúk og dugir absalutt alt. Haraftrat hjalpsom og fleksibul. Eg hoyri eisini, at tú ert so trúføst, at tey hava givið tær eitt kaffikrúss við áprentinum “Trúfasta”. Tað passar øgiliga væl til tín.

– Tað er væl eingin her sum ivast í, hvussu heppin tey eru at hava ein starvsfelaga sum teg, tað er vist. Eg fekk at vita, at hóast tú ikki vildið hava gjørt nakað hóvasták burturúr, so var tað í lagi at eg kom ein túr at heilsa uppá.

a man and a woman standing in a room with cabinets and a flag

– Og tá mann hevur arbeitt so leingi hjá kommununi sum tú, so er skipanin soleiðis, at mann skal heiðrast fyri sín innsats, um mann vil tað ella ei. Eg fari at takka tær hjartaliga fyri títt stóra íkast og tína drúgvu tænastu fyri børnini og foreldrini í kommununi, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, áðrenn hann handaði Hallgerð sivlurheiðursløn Tórshavnar býráðs.

Kelda & mynd: torshavn.fo 9 mai.2023

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More