Norðurlandahúsið fyllir 40 ár í dag 8 mai. Og tað verður hátíðarhildið. Seinnapartin lótu dyrnar upp fyri eini móttøku, har m.o. Heðin Mortensen, borgarstjóri, bar fram heilsu frá Tórshavnar kommunu.
Borgarstjórin byrjaði við at ynskja øllum somlum hjartaliga tillukku við 40 ára hátíðardegnum, og legði aftrat, at tað finnast mentanarhús. Men tað finst bara ein mentanarháborg her á landi.
– Hendan dagin – tann 8. mai í 1983 – lat henda norðurlendska perla upp sínar dyr í okkara høvuðsstaði. Norðurlandahúsið hevur síðan latið heimin upp fyri Føroyum og hevur gjørt Føroyar størri úti í heimi. Norðurlandahúsið hevur eisini gjørt Føroyar størri innlendis.
– Aðalendamálið við Norðurlandahúsinum var og er framvegis at fremja føroyska og norðurlendska mentan. Húsið sjálvt er víða gitið fyri sín arkitektur og er roknað sum eitt av vakrastu mentanarhúsum í Norðurlondum.
– Hetta er hin álvakendi heyggurin við lokkandi ljósinum, sum bjóðar øllum trygt inn um, hvørt tað er til eitt mentanartiltak ella bert at fáa sær ein kaffimunn og njóta bygningin og útsýnið.
– Norðurlandahúsið fekk eisini góða móttøku millum fólk í 1983 og hevur síðan verið avbera væl vitjað og umtókt. Orsøk er fyri tí. Her er mentanarliga vítt til veggja og høgt til loftið, so hevur altíð verið, og tað er gott.
– Húsið hevur verið karmur um eitt ótrúligt margfeldni, sum hevur fjálgað um okkara mál, list og mentan, og samstundis verið vegleiðandi á so mongum økjum. Hvør minnist ikki jazz-, fólka- og bluesfestivalarnar, Listafestivalin, sangleikirnar hjá studentaskúlanæmingum, Prix Føroyar, bókadagar, sjónleikir, ráðstevnir og eg kundi hildið fram.
– Men ikki minst hava Norðurlandahúsið og Føroya Symfoniorkestur havt eitt serstakt samstarv, tí her var salur stórur nokk til at gerast heimstaður hjá Symfoniorkestrinum. Nýggjárskonsertin er hvørt ár eitt hæddarpunkt hjá breiðu fjøldini, antin tey eru møtt upp her stásklødd í Norðurlandahúsinum ella sita heima og fylgja við beinleiðis í Kringvarpinum.
– Norðurlandahúsið er norðurlendskur stovnur, men er eisini mentanarpallur í Havn. Norðurlandahúsið hevur altíð dugað væl at skipa fyri forvitnisligum tiltøk, har mentan og list úr Norðurlondum verður sýnd fram, og at flyta føroyska mentan og list út í heim.
– Tórshavnar kommuna var tá og er framvegis ein viðspælari. Vit hava altíð havt eitt gott samskifti við allar leiðararnar, sum hava verið í húsinum. Sumt av hesum samstarvi hevur verið bygging og um at betra kringumstøðurnar, vegagerð, parkering o.a.
– Vit samstarva eisini á mentanarliga økinum bæði viðvíkjandi ávísum tiltøkum og verkætlanum annars. Millum annað eru Norðurlandahúsið og Tórshavnar kommuna saman við Atlantic Airways og Mentamálaráðnum saman um Loftbrúnna til listafólk, har vit stuðla listafólki og breiða út føroyska list og mentan út í heim við loftvegis flutningi. Hetta hevur víst seg at vera eitt gott samstarv fyri allar partar.
– Norðurlendski Ráðharrastovnurin, sum varðar av Norðurlandahúsinum, hevur í síni Visjón 2030 kunngjørt, at Norðurlond skulu verða tað mest burðardygga og samskipaða økið í heiminum. Tað minnir nógv um visjón Tórshavnar býráðs.
– Í felag megna vit at skapa eitt samanhangandi øki, sum er merkt av felags virðum og samstarvi. Og har gongur Norðurlandahúsið á odda við at styrkja mentanarliga samstarvið.
– Við lyfti um, at okkara stuðul og samstarv ikki skal liggja eftir, fari eg enn einaferð at ynskja øllum somlum hjartaliga tillukku við degnum og ynskja Norðurlandahúsinum alt tað besta í komandi tíðum.
– Og góðu tit øll, sum fáa húsið at virka, tit starvsfólk, tónleikarar, listafólk, framsýnarar og so framvegis – øll tit, sum øll hesi 40 árini hava givið Norðurlandahúsinum lív. Eisini tit eiga lut í, at Norðurlandahúsið er fremsti mentanarstovnur. Hjartaliga til lukku við degnum, øll somul, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.
.
Kelda & myndir: torshavn.fo