By using this site, you agree to the Privacy Policy and Terms of Use.
Accept

24FO.NEWS

Netavís

  • 24FO.NEWS
  • Fólk og Samfelag
  • Vinna & Samfelag
    • Fiski- & Alivinna
    • Tænastuvinna
  • Fólk og Frítíð
  • Tíðindir
    • Útland
    • Politikkur
    • Lesarin skrivar
    • Útvaldar greinar
    • 24.FO
    • Home Business
    • Greinasavn
    • Uncategorized
Reading: Hvat blívur av fakligheitini, tá tey við longstu útbúgvingini verða frávald?
Share
Notification Show More
Latest News
Alsamt fleiri limir í fólkakirkjuni
2 dage ago
Stórfingin gáva kemur væl við hjá okkum øllum
4 dage ago
Innflutningurin uttan skip og flogfør vaksin 1,6 milliardir krónur
4 dage ago
Útvið 10 kg av hashi funnin í persónbili í Havn
4 dage ago
Góður gullaksatúrur
4 dage ago
Aa
24FO.NEWS24FO.NEWS
Aa
  • 24FO.NEWS
  • Fólk og Samfelag
  • Vinna & Samfelag
  • Fólk og Frítíð
  • Tíðindir
  • 24FO.NEWS
  • Fólk og Samfelag
  • Vinna & Samfelag
    • Fiski- & Alivinna
    • Tænastuvinna
  • Fólk og Frítíð
  • Tíðindir
    • Útland
    • Politikkur
    • Lesarin skrivar
    • Útvaldar greinar
    • 24.FO
    • Home Business
    • Greinasavn
    • Uncategorized
Have an existing account? Sign In
Follow US
© 2022 Foxiz News Network. Ruby Design Company. All Rights Reserved.
24FO.NEWS > Politikkur > Hvat blívur av fakligheitini, tá tey við longstu útbúgvingini verða frávald?
Politikkur

Hvat blívur av fakligheitini, tá tey við longstu útbúgvingini verða frávald?

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 3 uger ago
Updated 2023/05/07 at 1:29 PM
Share
SHARE

Til løgtingsvalið førdi Javnaðarflokkurin seg fram  við  løgmanni Aksel V. Johannesen á odda, at nú skuldu tey sum starvaðust á umsorganarøkinum fáa eitt lønarlyft, sum munaði.

Løgmaður skrivaði tann 5. Dec. 2022 –  3 dagar áðrenn løgtingsvalið !   citat byrjað : “tí er avgerandi, at vit loysa starvsfólkatrotið, so týdningarmestu vælferðarøkini ikki brotna innanífrá. Javnaðarflokkurin vil lyfta lønina til umsorganarøkið. Tað fer at styrkja økið og tryggleikan.” Citat endað:     Snildisliga og við hálvkvøddari vísu,  so  segði hann onki um,  hvønn á umsorganarøkinum hann meinti við.  Fólk flest tóku tó  helst sum fyri givið, at hendan útsøgnin umfataði øll, sum starvast á umsorganarøkinum, men tey fingu annað at síggja.

Sannleikans tími.

Nú tá sannleikans tími upprennur, vísir tað seg, at sjúkrarøktarfrøðingarnir  ikki eru  umfataðir av lyftinum um lønarlyft frá javnaðarflokkinum.  Vóru tær  ikki  nóg týdningarmiklar ?    Tey við longstu útbúgvingini á umsorganarøkinum blivu frávaldar !    Hvat fær javnaðarflokkin at gera hetta ?  Javnaðarflokkurin hevur við lyftinum um lønarlyft  allarhelst fingið nógvar atkvøður frá sjúkrarøktarfrøðingum, men tær blivu allar skuffaðar.   Eftir valið er lyftið um lønarlyft til umsorganarøkið  broytt til,  at tey  við lægstu lønini, skuldu hava lønarlyft. Men tað var ikki tað, ið sagt bleiv  áðrenn valið.    Hvussu ofta hava vit ikki hoyrt løgmann siga, at tað sum javnaðarflokkurin sigur áðrenn valið, tað sigur hann eisini eftir valið  ?  Nei   sjálvt vaskikonan  á umsorganarøkinum bleiv lopin um av  javnaðarflokkinum  saman við restini av reyðu  samgonguni.

Landstýriskvinnan svarar ikki spurninginum

Tað verður eisini tørvur á alsamt fleiri sjúkrarøktarfrøðingum í framtíðini,  men við hesum lønarpolitikkinum hjá samgonguni kann væntast at áhugin fyri at lesa sjúkrarøktarfrøði verður minkandi í framtíðini.  Landstýriskvinnan førir fram, at áhugin fyri at lesa sjúkrarøktarfrøði er ikki minkandi, tí talið av umsøknum seinastu 10 árini hevur verið at kalla tað sama.  Tað er als ikki hetta spurningurin snýr seg um. Spurningur  snýr seg ikki um tíðina frá 2014 til 2022, men um framtíðina, frá  2023 og frameftir.

Spurningur snýr seg um ,  um hendan útihýsingin   av sjúkrarøktarfrøðingum kemur at ávirka áhugan fyri at lesa sjúkrarøktarfrøði. Kanska velja  tey ungu  eina aðra útbúgving.  Tað er ikki serliga lokkandi  at fara undir eina útbúgving, har arbeiði   eftir lokna útbúgving  verður so lítið virt av landsins myndugleikum , at tað verður lopið um í einum lønarlyfti til bólk, har tað átti at verið inkluderað. Kanska fara enntá tær,  sum í dag starvast sum sjúkrarøktarfrøðingar at leita sær  aðrar vegir, kanska uttanlanda.  

Hvat blívur  av fakligheitini í sjúkrarøktarfrøðini, tá tey við longstu útbúgvingini verða frávald  ?   

Link til svarið frá landsstýriskvinnuni um Lønarlyft kann lesast her 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur,

Løgtingskvinna

You Might Also Like

Stórfingin gáva kemur væl við hjá okkum øllum

Udkast til en moderne sikkerheds- og forsvarspolitik for de nordiske lande, med analyse af energimarkedet:

Fyri allar gávur lær at siga takk

Landsstýrismaðurin til móttøku og miðlatiltak í Keypmannahavn

Tryggja langtíðarhaldførið

Lagt út ÓML maj 7, 2023
Share this Article
Facebook TwitterEmail Print
Previous Article Kristel Lisberg verður við á Summar Festivalinum í august. Tá fer hon at hava konsert í Tjaldinum saman við bólki sínum.
Next Article Norðurlandahúsið 40 ár
Leave a comment

Skriv et svar Annuller svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *

You Might Also Like

Stórfingin gáva kemur væl við hjá okkum øllum

4 dage ago

Udkast til en moderne sikkerheds- og forsvarspolitik for de nordiske lande, med analyse af energimarkedet:

2 uger ago

Fyri allar gávur lær at siga takk

2 uger ago

Landsstýrismaðurin til móttøku og miðlatiltak í Keypmannahavn

2 uger ago
24FO.NEWS24FO.NEWS

© MERCOM - 24.FO - 24FO.NEWS - All Rights Reserved.
Ábyrgdarstjóri: Óli M. Lassen Post: info@24fo.news - Telefon 252424

Removed from reading list

Undo
Welcome Back!

Sign in to your account

Lost your password?