Home Fólk og Frítíð Kristel Lisberg verður við á Summar Festivalinum í august. Tá fer hon at hava konsert í Tjaldinum saman við bólki sínum.

Kristel Lisberg verður við á Summar Festivalinum í august. Tá fer hon at hava konsert í Tjaldinum saman við bólki sínum.

by Lagt út ÓML

Kristel Lisberg byrjaði longu sum ung genta at syngja country, og árini síðani hevur hon serliga útgivið og framført country, soul og popp – onkuntíð snildisliga samanblandað í kensluríkan countrypopp.

Seinasta hittið hjá Kristel var sangurin “It’s Killing Me”, og á Summar Festivalinum fer hon at framføra sangin fyri fyrstu ferð í Føroyum. Hon fer eisini at spæla sangin “Slow Burn”, sum hon fer at útgeva í næstum. Hetta er sangur, ið er skrivaður av kendum sangskrivarum í Nashville, sum áður hava arbeitt saman við Miranda Lambert og Kacey Musgraves. Aftrat tí fer hon eisini at framføra klassiskar countrysangir.

Í bólkinum hjá Kristel Lisberg spæla Janus Kampmann, Josva Debes, Pauli Magnussen, Magni Husgaard og Jákup Zachariassen.

Kelda & mynd sf.fo 2023

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Read More