Home Fólk og Frítíð Summartónar í Vági

Summartónar í Vági

by Lagt út ÓML

Í kvøld klokkan 22.00 verður fyrsta Summartónakonsertin í ár í Vági. Tað er konsertin við Joe & the Shit Boys á Jugga.

Í ár er Vágur karmur um fýra Summartónakonsertir, sum verða í ymsum spælstøðum í bygdini. Tann fyrsta konsertin verður í kvøld á Jugga, har Joe & the Shit boys framføra. Næsta konsertin er 9. juni klokkan 18.30 í Stóra Pakhúsið, har Guðrið Hansdóttir framførur. Eftir hesa konsert, so verður tað Aldubáran í Vágs kirkju klokkan 18.00 tann 21. juli. Og síðsta Summartónakonsertin verður í Ruth Smith Savninum tann 5. august, tá Kristian Black og Anders Hjuler framføra.

Skráin hjá Summartónum fæst talgilt her ella sum faldari í Miðlatúni.

Vágs Kommuna er ein av stuðlunum hjá Summartónum.

Kelda: vagur.fo

You may also like

Leave a Comment

This website uses cookies to improve your experience. We'll assume you're ok with this, but you can opt-out if you wish. Denne hjemmeside bruger cookies til at forbedre din oplevelse. Vi antager, at du er ok med dette, men du kan fravælge det, hvis du ønsker det. Hesin portalur nýtir kennifílar. Accept Read More