tirsdag, juli 14, 2026
Home Fólk og Frítíð Laksatorgið verður leygardagin

Laksatorgið verður leygardagin

0 comments

Stóra familjutiltakið verður nú leygardagin á Bakka á Glyvrum.

Í ár eru tað 25 ár síðani fyrsta Laksatorg og hesi árini hevur tiltakið ment seg nógv, bæði í stødd, staðseting og innihaldi. Sum vant, so vera tað hópin av ókeypis upplivingum til bæði stór og smá. Stórt sølutorg, alskins matur, tónleikur og undirhald á sjógvi og landi, umframt at Bakkafrost hevur bæði opið hús og skip.

Tað eru Runavíkar kommuna og Visit Runavík, sum skipa fyri Laksatorginum, við góðum stuðli frá Bakkafrost.

Øll eru hjartaliga vælkomin til ein góðan hugnaligan dag fyri alla familjuna.

Tiltakið byrjar kl. 10.00 og endar kl. 16.00. Meira kunning á facebook síðuni hjá Laksatorginum.

Skráin: 


Kelda & mynd: runavik.fo – 09. juli 2026

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira