tirsdag, juli 14, 2026
Home Fólk og Frítíð Stuðul til umhvørvisverndartiltøk 2026

Stuðul til umhvørvisverndartiltøk 2026

0 comments

    

Heilsu- og orkumálaráðið umsitur eina játtan á 350.000 kr., til at stuðla umhvørvisverndartiltøkum.

Endamálið er, at menna vitanina um náttúru og umhvørvi, at fyribyrgja og avmarka dálking, skipa verju av djóra- og plantusløgum og landsløgum, umframt at kunna um náttúru- og umhvørvisviðurskifti og stuðla undir orkusparandi tiltøkum.

Til ber hjá  einstaklingum, virkjum, feløgum og  kommunum at søkja um stuðul.

Umsóknir skulu skrivast á serligt umsóknarblað. Umsóknarblaðið sæst  her . Reglugerðin sæst  her.

Freistin at søkja um stuðul er 19. juni 2026

Umsóknir skulu sendast til teldupost homr@homr.fo

Kelda & mynd: homr.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira