tirsdag, juli 14, 2026
Home Fólk og Samfelag Partalagsfundur millum Føroyar og USA hildin í Tórshavn

Partalagsfundur millum Føroyar og USA hildin í Tórshavn

0 comments

    

Umboð fyri landsstýrið og amerikonsku stjórnina hava 4. juni havt fund í Tórshavn sambært partalagsyvirlýsingini, ið varð undirritað í 2020.

Varaundiruttanríkisráðfrú í amerikanska uttanríkisráðnum við ábyrgd av evropeiskum og evrasiatiskum viðurskiftum, Kelly Billingsley, og stjórin fyri Uttanríkistænastuna, Jóannes V. Hansen, leiddu fundin, sum m.a. snúði seg um altjóða raðfestingar og mál av sínámillum áhuga so sum orku og tilfeingi, handilsviðurskifti, talgilding og tilbúgving.

Báðir partar fegnast um framhaldandi áhugan at styrkja sambandið partanna millum, sum førir við sær fleiri búskaparligar møguleikar og økt samstarv innan felags áhugamál fyri bæði Føroyar og USA.

Kelda & mynd:  Uttanríkis- og fiskimálaráðið 5 juni 2026

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira