tirsdag, juli 14, 2026
Home Fólk og Samfelag Broyting av almennu byggisamtyktini matr. nr. 39e og 39f, Argir

Broyting av almennu byggisamtyktini matr. nr. 39e og 39f, Argir

0 comments

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 4. juni 2026 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri matr. nr. 39e og 39f, Argir. Uppskotið snýr seg um at broyta almennu byggisamtyktina fyri økið frá A1 sethúsaøki, til A4 øki, ið er ætlað til opna/lága bústaðabygging. Opin/lág bústaðabygging er íbúðarbygging, sum í vavi er at sammeta við sethúsa- og tvíhúsabygging.

Almenn hoyring

Tilfar, sum lýsir broytingaruppskotið, sært tú her:

Tilfarið liggur eisini frammi í Snarskivuni frá 8. juni 2026 til 20. juli 2026.

Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot skulu sendast til Tórshavnar kommunu skrivliga til torshavn@torshavn.fo í seinasta lagi 20. juli 2026.

Mynd og kelda: torshavn.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira