By using this site, you agree to the Privacy Policy and Terms of Use.
Accept

24FO.NEWS

Netavís

  • 24FO.NEWS
  • Fólk og Samfelag
  • Vinna & Samfelag
    • Fiski- & Alivinna
    • Tænastuvinna
  • Fólk og Frítíð
  • Tíðindir
    • Útland
    • Politikkur
    • Lesarin skrivar
    • Útvaldar greinar
    • 24.FO
    • Home Business
    • Greinasavn
    • Uncategorized
Reading: Heiðurstekn latin fyri trúgva tænastu í Kvívíkar sløkkiliði
Share
Notification Show More
Latest News
Alsamt fleiri limir í fólkakirkjuni
2 dage ago
Stórfingin gáva kemur væl við hjá okkum øllum
4 dage ago
Innflutningurin uttan skip og flogfør vaksin 1,6 milliardir krónur
4 dage ago
Útvið 10 kg av hashi funnin í persónbili í Havn
4 dage ago
Góður gullaksatúrur
4 dage ago
Aa
24FO.NEWS24FO.NEWS
Aa
  • 24FO.NEWS
  • Fólk og Samfelag
  • Vinna & Samfelag
  • Fólk og Frítíð
  • Tíðindir
  • 24FO.NEWS
  • Fólk og Samfelag
  • Vinna & Samfelag
    • Fiski- & Alivinna
    • Tænastuvinna
  • Fólk og Frítíð
  • Tíðindir
    • Útland
    • Politikkur
    • Lesarin skrivar
    • Útvaldar greinar
    • 24.FO
    • Home Business
    • Greinasavn
    • Uncategorized
Have an existing account? Sign In
Follow US
© 2022 Foxiz News Network. Ruby Design Company. All Rights Reserved.
24FO.NEWS > Fólk og Samfelag > Heiðurstekn latin fyri trúgva tænastu í Kvívíkar sløkkiliði
Fólk og SamfelagGreinasavnUncategorized

Heiðurstekn latin fyri trúgva tænastu í Kvívíkar sløkkiliði

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 4 uger ago
Updated 2023/05/06 at 3:56 PM
Share
SHARE

Átta sløkkiliðsfólk heiðrað fyri trúgva tænastu.

Tann 4 mai varð hátíðarløta í skúlanum í Kvívík. Har vóru átta sløkkiliðsfólk heiðrað fyri trúgva tænastu, har eisini familja og sløkkiliðsfelagar vóru til staðar. Borgarstjórin, Hans Jóhann Sørensen, bjóðaði vælkomin og Petur Müller, sløkkiliðsleiðari, helt røðu fyri sløkkiliðnum, áðrenn heiðursteknini vórðu handað.

Fýra fingu heiðurstekn fyri 25 ára trúgva tænastu í sløkkiliðnum. Ein fyri 20 ára og tríggir fyri 10 ára trúgva tænastu.

Sum borgarstjórin segði í síni røðu, so hava teir verið longri í tænastu enn heiðursteknini siga, men soleiðis er ofta við slíkum handanum. Tær hava lyndi til at draga út. Tað góða er, at so verður styttri tíð, til tit fáa næstu heiðursteknini.

Ludvík Christiansen, Jens Mikkelsen, Frederik Isaksen og Rói Joensen fingu “Hæderstegn for god tjeneste i 25 år i brandvæsenet.” Hesir fýra hava verið partur av sløkkiliðnum í meira enn 30 ár.

Petur Müller, sløkkliðsleiðari, fekk “Anciennitetstegn for 20 års god tjeneste i brandvæsenet.”

Edvard Müller, Gunnleiv í Gerðinum og Tomas Davidsen fingu “Anciennitetstegn for 10 års god tjeneste i brandvæsenet.”

Sløkkiliðið er ein sera týdningarmikil stovnur hjá einari kommunu og ikki minst hjá borgarunum. Og soleiðis er tað eisini hjá okkum í Kvívíkar kommunu. Borgarstjórin takkaði vegna okkum øll í Kvívíkar kommunu fyri stóra arbeiðið, sum sløkkiliðið ger. Tað seta vit stóran prís uppá, og tit gera, at vit øll kunnu sova róligari um næturnar. Vit vita, at skuldi okkurt hent, so eru tit klár at rykkja út. Tá vakttelefonin ringir – tað veri seg á nátt ella degi – leypa tit avstað fyri at hjálpa.

Sum sløkkiliðsleiðarin segði í sínari røðu. “Mann skal kanska vera eitt sindur spesiellur sum sløkkiliðsfólk.”

Og somuleiðis segði hann, at í øllum førum skal mann ofta ganga ímóti streyminum og vindinum. Tá eldur er í, og fólk renna út úr húsinum, tá fara vit inn. Og tá stormarnir herja, og fólk royna at halda seg innandura, tá leypa vit beint út í ódnarveðrið. Sløkkiliðsfólk skulu vera bæði rólig og kvik. Tú skalt kunna halda høvdið kalt og arbeiða róliga, tá ið harðast leikar á. Men tú mást sjálvandi bera skjótt at, tá ið alarmurin kallar.

Eisini segði hann, “Eg eri sjálvur eftirhondini eisini gamal í garði í sløkkiliðnum, og eg má siga, at eg eri bæði errin og takksamur fyri at vera partur av einum so góðum liði sum hesum. Tit eru sera dugnalig, profesjonell og gera tykkum stóran ómak at røkja hesa uppgávuna í sløkkiliðnum. Vit hava gjøgnum árini havt nógvar uppgávur í sløkkiliðnum – sløkt stórar eldar, umvælt stormskaðar, tikið okkum av ferðsluvanlukkum, leitað eftir fólki, vaktarhald á vegunum í kavaveðri og so framvegis”.

Kvívíkar kommuna vil her við ynskja tykkum hjartaliga til lukku við heiðurstekninum og takka fyri trúgva tænasta og blíðan byr framyvir.

 Kelda og myndir kvivik.fo tann 04 05 2023

You Might Also Like

Alsamt fleiri limir í fólkakirkjuni

Stórfingin gáva kemur væl við hjá okkum øllum

Innflutningurin uttan skip og flogfør vaksin 1,6 milliardir krónur

Útvið 10 kg av hashi funnin í persónbili í Havn

Byggiloyvi givið til hotell verkætlan

Lagt út ÓML maj 6, 2023
Share this Article
Facebook TwitterEmail Print
Previous Article Minnismerkið reist yvir Gutta
Next Article Summartónar í Vági
Leave a comment

Skriv et svar Annuller svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *

You Might Also Like

Alsamt fleiri limir í fólkakirkjuni

2 dage ago

Stórfingin gáva kemur væl við hjá okkum øllum

4 dage ago

Innflutningurin uttan skip og flogfør vaksin 1,6 milliardir krónur

4 dage ago

Útvið 10 kg av hashi funnin í persónbili í Havn

4 dage ago
24FO.NEWS24FO.NEWS

© MERCOM - 24.FO - 24FO.NEWS - All Rights Reserved.
Ábyrgdarstjóri: Óli M. Lassen Post: info@24fo.news - Telefon 252424

Removed from reading list

Undo
Welcome Back!

Sign in to your account

Lost your password?