Home Politikkur Samráðingar slitnaðar – møguliga fara teir at stjørna Føroyum.

Samráðingar slitnaðar – møguliga fara teir at stjørna Føroyum.

by Lagt út ÓML

Heitta veit kvf.fo at siga í kvøld og var hetta vátta av Aksel V. Johannesen í Degi & Viku í kvøld.

Sostatt er ein møgulig borgarliga samgongan saman við Javnaðarflokkinum farin í grøvina og Framsóknarkvinnan kann framvegis arbeiða við at gera samgongu við vinstraveinginum, sum hon tey seinastu árini hevur havt tætt og gott samastarv við.

Tað sigst sambært KVF, so er tað ósemjan millum Sambandið og Framsókn um ríkisveitingina ið er orsøkin til at samráðingarnar um samgongu eru slitnaðar.

Ein annar møgulleik er, at tað verður gjørd ein loysingarsamgonga, har tað framvegis er borgarligur meiriluti og har Tjóveldi er við og Fólkaflokkurin, Framsókn og Miðflokkurin.

Ein annar møguleiki er, at Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Framsókn og Miðflokkurin fara í eina borgarliga samgongu saman ið telur 18.

Steffan ella Bill í Landsstýrið

Tað er upplagt at hendan samgongan fær Steffan Klein ella Bill Justinussen í Landsstýrið. ?

Er tað veruliga kemien millum persónar sum í síðsta enda avgerð hvørja samgong og politikk við fáa her á landi ?.

You may also like