Serfrøðingabólkur: Fróðskaparsetur Føroya virkar væl

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 1 år ago
Updated 2023/03/14 at 10:28 PM

Í tíðarskeiðinum frá september 2021 til oktober 2022 hevur Fróðskaparsetur Føroya verið eftirmett av einum uttanhýsis serfrøðingabólki, sum er settur av Uttanríkis- og mentamálaráðnum.

Hetta er onnur eftirmeting av sínum slag og er partur av tí arbeiðinum, sum snýr seg um at fáa Fróðskaparsetur Føroya altjóða góðkent, og at Føroyar gerast partur av Bolognatilgongdini.

Eftirmetingin er nú liðug og kann lesast í síni heild á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum – les eftirmetingina her og fylgiskjøl her. Eisini er ein samandráttur gjørdur á føroyskum, sum kann lesast her.

Í høvuðsheitum er serfrøðingabólkurin komin til ta niðurstøðu, at Fróðskaparsetur Føroya er eitt universitet, sum virkar væl, og sum seinastu árini hevur verið í einari støðugari menning fram móti at gera útbúgvingarnar klárar til altjóða góðkenning. Hóast góðu kósina, er tørvur á, at at Uttanríkis- og mentamálaráðið tekur fleiri stig fyri at fáa altjóða góðkenningarnar formliga uppá pláss, umframt at Setrið sjálvt skal taka fleiri tøk, tá tað ræður um góðskutrygging og góðskumenning.

Somuleiðis hava eisini verið stór frambrot á Námsvísindadeildini, tá tað ræður um leiðslu og luttøku í menningini av innanhýsis mannagongdum á Setrinum. Serfrøðingabólkurin metir eisini, at bæði læraraútbúgvingin og námsfrøðiútbúgvingin grundliggjandi eru haldgóðar, og at starvslæruparturin á útbúgvingunum samsvarar við starvslæruna á líknandi útbúgvingum í Norðurlondum.

Uttanríkis- og mentamálaráðið fer nú saman við Setrinum undir at gera eina greiða ætlan fyri tey tilmæli, sum eru komin frá serfrøðingabólkinum. Í hesi ætlanini verða eisini ítøkilig átøk, sum fáa Føroyar nærri Bolognatilgongdini.

Kelda & mynd: ummr.fo

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *