tirsdag, november 11, 2025
Home Tíðindir Russland førir hybrid kríggj móti Vesturheiminum – hóttanin móti donsku verjuni er mett sum høg

Russland førir hybrid kríggj móti Vesturheiminum – hóttanin móti donsku verjuni er mett sum høg

0 comments

Fregnartænastan hjá verjuni ávarar um vaksandi hóttanir: sabotaga og militærar provokatiónir eru á hægsta stigi, meðan beinleiðis álop móti Danmark verður mett sum ómøguligt í løtuni.

Keypmannahavn, 3. oktober 2025Fregnartænastan hjá donsku verjuni (FE) hevur í dag almannakunngjørt eina nýggja, meting av teimum hybridu hóttanum, sum Danmark stendur yvirfyri.

Sambært metingini er tað sera sannlíkt, at Russland sær seg sum part í einari støðugari konflikt við Vesturheimin, har álopini liggja undir markinum fyri beinleiðis vápnaða bardaga.

FE metir, at Russland í løtuni førir eitt hybrid kríggj móti bæði NATO og Vesturheiminum, og at hóttanin væntandi fer at vaksa komandi árini.

Metingin vísir, at størsta hóttanin móti Danmark í løtuni er sabotaga móti donskum verjumálum og militærar provokatiónir móti NATO-londum. Báðar hesar hóttanir eru mettar sum høgar. Hóttanin frá destruktivum teldusóknarmótum verður mett sum miðal, meðan ávirkanarvirksemi móti Danmark verður mett sum lágt. Hóttanin frá einum beinleiðis hernaðarligum álopi móti Danmark verður hinvegin mett sum ongin.

Kríggið í Ukraina hevur økt spenningsstøðið í økinum kring Danmark, og sambært FE hevur Russland síðani 2023 staðið aftanfyri fleiri sabotaguátøk í Evropa. Hetta verður mett sum liður í eini skipaðari kampanju, har endamálið er at “veikja” evropeiska stuðulin til Ukraina. Vanliga verða persónar uttan beinleiðis tilknýti til russisku tænasturnar brúktir til at fremja álopini, ið ofta hava verið einfald í framferðarhátti.

Russland hevur eisini síðani 2022 víst ein meira hóttandi og aggressivan atburð móti NATO-londum. Hetta fevnir millum annað um óvarlig siglingarátøk, simulerað álop móti NATO-eindum, órógva samskifti og GPS hjá bæði sivilum og hernaðarligum skipum og flogførum, og skeringar av loftrúmi við hernaðarflogførum og missilum. Í september 2022 skjeyt eitt russiskt hernaðarflogfar eina rakett móti einum bretskum flogfari yvir Svartahavið – eitt dømi um sera aggressiva framferð.

Á øðrum økjum er hóttanin minni. Hackaralið, ið stuðla Russlandi, hava síðani 2023 framt fleiri destruktiv álop móti vesturlendskari kritiskum infrastrukturið, men FE metir, at tað í løtuni er minni sannlíkt, at Russland fer at fremja álvarslig teldusóknarmót, ið kunnu fáa víðfevnandi samfelagsligar avleiðingar. Ávirkanarvirksemi móti Danmark verður mett sum lágt, tí Danmark ikki er eitt raðfest mál, hóast Russland roynir at ávirka politiskar avgerðir og almenna meining í Evropa fyri at “veikja” stuðulin til Ukraina.

FE staðfestir, at hóttanin frá einum beinleiðis hernaðarligum álopi móti Danmark er ongin. Hóast Russland fyrireikar seg til møguligt kríggj móti NATO, er ongin avgerð tikin um at seta í gongd eitt slíkt álop. Tó metir FE, at Russland við sínum hybridu álopum roynir at flyta markið fyri, hvat kann koma at útloysa NATO-sáttmálans grein 5.

Fregnartænastan leggur dent á, at hugtakið hybrid kríggj ikki er eitt lógligt hugtak, men verður brúkt til at lýsa eina støðu, har ein statur nýtir eina samanseting av ymiskum álopsmiðlum – eisini hernaðarligum – á ein sera aggressivan hátt fyri at trýsta og skaða ein annan stat, uttan at fara upp um markið fyri beinleiðis vápnaða konflikt.

Kelda: FE

Myndin er frá dansk verjumálaráðnum – heimasíðu – tilvildarlig mynd.

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira