søndag, marts 8, 2026
Home Leiðarin PET: USA kann vera partur av ávirkanarkampanjum í Grønlandi – saman við Russlandi og Kina
Tilgjørd AI mynd - Demo

PET: USA kann vera partur av ávirkanarkampanjum í Grønlandi – saman við Russlandi og Kina

0 comments

Av Óli M. Lassen, 23. januar 2026

Danska fregnartænastan PET (Politiets Efterretningstjeneste) er komið við eini óvanliga greiðari og sterkari ávaring um trygdarstøðuna í Grønlandi. Tað er ikki bert Russland og Kina, men eisini USA, sum sambært tænastuni kann royna at ávirka og skapa ósemju millum Grønland og Danmark.

EB.dk skrivar í dag: “PET: Grønland kan være mål for amerikansk påvirkning”. Greinin byggir á Berlingske, sum hevur fingið skriftligt svar frá fregnartænastuni:

“Det er PET’s aktuelle vurdering, at den øgede stormagtskonkurrence i Arktis og USA’s erklærede interesse i at opnå kontrol med Grønland betyder, at Grønland i den nuværende situation kan være mål for påvirkningskampagner fra især Rusland, Kina og USA,” skrivaði fregnartænastan til Berlingske.

Endamálið við slíkari kampanju er, sambært PET, at skapa skilnað millum Grønland og Danmark.

Trump og politiska bakgrundin

Metingin kemur beint í kjalarvørrinum á Donald Trump, sum seinastu mánaðirnar hevur endurtikið sína áhuga í Grønlandi sum eitt strategiskt týdningarmikið øki – bæði vegna Arktis, mineralir og sum verja móti Russlandi og Kina. Í januar 2026 segði Trump aftur, at USA “skal hava kontroll” við Grønland, og hann hevur til og við nevnt møguleikan av tollum ella øðrum trýsti móti Danmark og Evropa.

Hetta politiska bakteppið er sambært fregnartænastuni ein av høvuðsorsøkunum til, at USA nú verður mett sum ein møguligur partur av ávirkanarkampanjum í Grønlandi.

Ikki fyrstu ferð

Longu í 2025 komu frásøgnir í DR og Berlingske um, at fólk við tengslum til Trump royndu at ávirka grønlendska politiska umhvørvið. Tá svaraði USA-ambassadørin Ken Howery, at hann ikki kendi til nakra skipaða kampanju.

Men nú í 2026 fer fregnartænastan eitt stig longur og setir USA í sama bólk sum Russland og Kina. Tað er ein historiskt sterk formulering, og sum OLFI skrivaði í desember 2025, er hetta eitt “nybrud” – ein nýggj gongd – tá danskar fregnartænastur beinleiðis nevna USA sum ein trygdarhóttan móti ríkisfelagsskapinum.

Týdningurin fyri Føroyar

Tá ið stormaktir sum USA, Russland og Kina øll hava eyga á Arktis og Grønland, ger tað ríkisfelagsskapin millum Danmark, Grønland og Føroyar enn meira viðkvæman. Føroyska samfelagið fylgir eisini hesum við stórum áhuga, tí Arktis er ikki bert grønlendskt – men hevur eisini áhuga fyri Føroyar og Danmark og er øki við stórum strategiskum týdningi.

Metingin hjá fregnartænastuni vísir, at hóast talan ikki er um beinleiðis hernaðarligt trýst, so kann ávirkan – gjøgnum sosialar miðlar, falskar frásøgnir ella stuðul til ávísar politiskar røddir – skapa meira skilnað í ríkisfelagsskapinum.

Um hetta verður gongdin / veruleiki, kann tað gerast ein av størstu trygdarpolitisku avbjóðingunum fyri Grønland, Danmark og Føroyar komandi árini.

Tilgørd AI mynd

Keldur: EB.dk (23. januar 2026), Berlingske.dk, Kristeligt-Dagblad.dk, DR, B.T., OLFI.

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira