tirsdag, august 11, 2026
Home Fólk og Samfelag Tá tað trygga gerst ótrygt

Tá tað trygga gerst ótrygt

0 comments

Hvar er kundin í nútíðar samfelagnum?

Siti og hugsi um eitt tryggingarfelag sum ikki torir at hava vanligt teldupostsamskiftið við sínar kundar og hugsi eisini um tey vinnulívsfólk og familjur sum fara uttanlanda har familjan ella vinnufyritøkan hevur valt at hava eitt gott kredittkort, so tey kunnu nyta feriuna og t.d. papin rindar alt, og har vinnufyritøkan skal nýta upphædd til ymisk til manning og keyp av ymiskari útgerð og bil leigu og húsaleigu v.m. :

Hvat hendir; jú nú føroyingar eru uttanlanda og knappliga nýta t.d. 10.000 til 25.000 kr av einum kortið sum hevur ligið í dvala í eitt ár, so hokus pokus. SMS frá peningastovnunum:

“Netbankin – kortið hjá tær er sperrað”. Vit hava fingið boð frá okkara veitara um, at kanska onnur annar enn tú hava atgongd til tína konti bla bla bla. 

 Papin við familju á feriu fær ein hvøkk í varmanum í Turkalandi – hvat er nú galið – stríðast at ringja til bankan aftur. Vinnulívsmaðurin skal leiga 2 bilar á verft i Litava kortið sperra. Somu boð, møguliga onkur hevur atgongt til títt kort ……….

Í peningastovnunum halda tey hetta er trygt og smart, men tey gloyma at kundin gerst ørkymlaður og um tað hendir fríggjadag kl 16 so skal kundin tosa við  NETS ella bíða við heilt til mánadagin á døgurða til kredittkortið loksins gert virkið aftur. Er hetta góð kundarøkt?

Hvat um peningastovnarnir høvdu aðrar mannagongdir og høvdu ein persón á vakt – og fekk eitt SMS tá ein kundi fær sperra sítt kort uttanlanda mitt í summartíð. Og so ringdi til hann –

Góðan dagin, hetta er frá peningastovninum, eg síggji at tú hevur tann og tann bankaráðgeva, men eg vil bare spyrja hvar í verðini tú ert, jú eg og familjan eru í feriu í Turkalandi. Bankafólkið á vagt,  Ja vit fingu eina boð um at kortið var nýtt í Túrkalandi og vit vilja bara tryggjan okkum, at tað er tú sum nýtir kortið, framhaldandi góða feriu.

Hetta er góð og røtt kundarøkt og har tað ikki eru danskar algoritmur og tankagongdir í stýra føroyska bankaheiminum.   Men føroyskar loysnir og føroyskur logikkur. Hetta vildi spart bæði vinnukundum og familjum fyri óneyðugt stríð í Feriuni ella í arbeiðsørindum uttanlanda.

Tilgjørd mynd: Copilot AI

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira