søndag, december 7, 2025
Home Tíðindir Fíggjarætlanin hjá Tórshavnar kommunu fyri 2026

Fíggjarætlanin hjá Tórshavnar kommunu fyri 2026

0 comments

Fíggjarætlanin hevur just verið til fyrstu viðgerð og verða inntøkurnar mettar til 1,5 milliard krónur og hevur kommunan sett av til íløgur heilar 263 mió. Kr.

Býráðið skal síðani viðgera uppskotið tvær ferðir við í minsta lagi 14 daga millumbili. Og fíggjarætlanin skal vera endaliga samtykt í seinasta lagi 1. desember.

Í uppskotinum til fíggjarætlan 2026 er roknað við, at kommunuskattaprosentið er 19% og barnafrádrátturin er 9.000 krónur, ið er tað sama sum í dag.

Rakstrarjáttanin

Í prosentum er hækkanin í rakstrarjáttanini fyri 2026 serliga stór innan undirvísing, 8,2%, svarandi til 4,7 mió. krónur. Innan Almanna- og heilsumál hækkar samlaða rakstrarjáttanin í 2026 við 4,2%, svarandi til smáar 15 mió. krónur, og samlaða rakstrarjáttanin á greinini Børn og ung hækkar 6,1%, svarandi til 15,7 mió. krónur.

Íløgur og úrslit

Miðað verður eftir at føra eina skynsama fíggjarstýring, og við einum rakstrarúrsliti uppá slakar 314 mió. krónur, verður hesin setningurin hildin.

Í uppskotinum eru góðar 263 mió. krónur eftir til skattafíggjaðar íløgur. Tórshavnar kommuna er farin undir at byggja nýtt røktarheim á Stórubrekku í Hoyvík, og tí fer størsti parturin av íløguætlanini komandi ár til almanna- og heilsumál. Íløgur verða somuleiðis gjørdar í børn og ung og undirvísing, eins og peningur verður settur av til Oyggjaleikir 2027.

Innan tekniska økið verða størstu íløgurnar m.a. gjørdar í átøk innan orku og umhvørvið, kloakk og spillvatnsætlan, og renovatión.

Fíggjarætlanin varð samtykt við fyrstu viðgerð. Onnur viðgerð verður á komandi býráðsfundi, sum verður 20. november.

Kelda: torshavn.fo – mynd 24.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira