tirsdag, november 11, 2025
Home Fólk og Samfelag Strika reglu um at íbúðareigarar skulu selja

Strika reglu um at íbúðareigarar skulu selja

0 comments

Seinast reglugerðin fyri útlútan av grundstykkjum varð endurskoðað, var ein óheppin broyting gjørd, tí ásett var nú, at fólk, sum eiga eina íbúð, skulu selja hana, áðrenn tey kunnu fáa skeytið uppá grundstykkið, tey fáa tillutað frá kommununi.

Tað merkti í roynd og veru, at fólk, sum búgva í egnari íbúð og fáa tillutað eitt grundstykki frá Tórshavnar kommunu, máttu selja sítt verandi heim og finna sær eina aðra bústaðarloysn, áðrenn tey kundu fáa skeytið frá kommununi og fara undir at byggja sítt nýggja heim.

Tað var ongantíð endamálið soleiðis at forða familjum at gera skiftið frá íbúð til sethús. Tí er hetta nú broytt, so treytin um, at eigarar skulu selja sína íbúð, áðrenn skeytið uppá grundstykki verður latið, er strikað.

Kelda & mynd: torshavn.fo 24 okt. 2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira