mandag, januar 19, 2026
Home Fólk og Samfelag Fíggjarætlanin samtykt við fyrstu viðgerð

Fíggjarætlanin samtykt við fyrstu viðgerð

0 comments

Á býráðsfundi hóskvøldið var fíggjarætlanin hjá Tórshavnar kommunu fyri 2026 til fyrstu viðgerð.

Flagg Kommunan 007

Fíggjarnevndin skal sambært kommunustýrislógini leggja uppskot til fíggjarætlan fyri býráðið í seinasta lagi 1. oktober. Tað varð gjørt á býráðsfundi 18. september.

Býráðið skal síðani viðgera uppskotið tvær ferðir við í minsta lagi 14 daga millumbili. Og fíggjarætlanin skal vera endaliga samtykt í seinasta lagi 1. desember.

Í uppskotinum til fíggjarætlan 2026 er roknað við, at kommunuskattaprosentið er 19% og barnafrádrátturin er 9.000 krónur, ið er tað sama sum í dag.

Inntøkur

Við støði í teimum upplýsingum og tí vitan, sum var tøk í september 2025, verður inntøkan av kommunuskatti mett at hækka 4% ella smáar 44 mió. krónur frá 2025 til 2026.

Skatturin av eftirlønargjøldum verður munandi hægri, og kemst hetta serliga av stóru lønarhækkingunum í hesum sáttmálaskeiðnum.

Hinvegin verður mett, at inntøkurnar í sambandi við DIS, FAS og frádráttir fara at verða eitt vet minni.

Fyrstu ferð kommunurnar fingu part av veiðigjaldi og tøkugjaldi var í 2025, og mett verður, at Tórshavnar kommuna fer at fáa á leið somu upphædd í 2026.

Samanlagt hækka inntøkurnar hjá Tórshavnar kommunu 5,4% í hesum uppskotinum samanborið við 2025 og verða stívliga 1,5 mia. krónur.

Útreiðslur

Vanliga skal samlaði vøksturin í rakstrarútreiðslum liggja innanfyri karmin av metta vøkstrinum av samlaðu inntøkunum, sum í hesum føri er 5,4%. Og í hesum uppskotinum til fíggjarætlan 2026 eru rakstrarútreiðslurnar 1,14 mia. krónur, sum er ein samlaður vøkstur uppá 4,9%.

Ein munandi partur av rakstrarútreiðslunum eru lønarútreiðslur. Samlaði lønarvøksturin var stórur frá 2024 til 2025, og komst hetta serliga av stórum vøkstri í sáttmálalønum á føroyska arbeiðsmarknaðinum og av lønarlyfti til ávísar fakfelagsbólkar.

Flestu sáttmálar við tey stóru fakfeløgini ganga út í 2026, og nýggir sáttmálar skulu gerast. Hetta, saman við tí, at renturnar og prísvøksturin er lægri nú enn tá verandi sáttmálar á arbeiðsmarknaðinum vórðu gjørdir, benda á, at vøksturin í samlaðu lønarútreiðslunum hjá kommununi ikki verður líka stórur í 2026 sum í 2025.

Í prosentum er hækkanin í rakstrarjáttanini fyri 2026 serliga stór innan undirvísing, 8,2%, svarandi til 4,7 mió. krónur. Innan Almanna- og heilsumál hækkar samlaða rakstrarjáttanin í 2026 við 4,2%, svarandi til smáar 15 mió. krónur, og samlaða rakstrarjáttanin á greinini Børn og ung hækkar 6,1%, svarandi til 15,7 mió. krónur.

Íløgur og úrslit

Miðað verður eftir at føra eina skynsama fíggjarstýring, og við einum rakstrarúrsliti uppá slakar 314 mió. krónur, verður hesin setningurin hildin.

Í uppskotinum eru góðar 263 mió. krónur eftir til skattafíggjaðar íløgur. Tórshavnar kommuna er farin undir at byggja nýtt røktarheim á Stórubrekku í Hoyvík, og tí fer størsti parturin av íløguætlanini komandi ár til almanna- og heilsumál. Íløgur verða somuleiðis gjørdar í børn og ung og undirvísing, eins og peningur verður settur av til Oyggjaleikir 2027.

Innan tekniska økið verða størstu íløgurnar m.a. gjørdar í átøk innan orku og umhvørvið, kloakk og spillvatnsætlan, og renovatión.

Fíggjarætlanin varð samtykt við fyrstu viðgerð við átta atkvøðum fyri, tveimum ímóti og trimum blonkum. Onnur viðgerð verður á komandi býráðsfundi, sum verður 20. november.

Kelda & myndir:torshavn.fo 24 okt. 2025 Framsíðumynd 24.fo

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira