mandag, januar 19, 2026
Home Fólk og Samfelag Viðgerðartrygd til krabbameinssjúklingar

Viðgerðartrygd til krabbameinssjúklingar

0 comments

Sum Krabbameinsfelagið sigur, so er tað týdningarmikið, at eingin stendur einsamallur, tá ið tey fáa krabbamein; tað er ein byrða, vit mugu bera í felag

Heilsuverkið í Føroyum er undir trýsti, og tí er alneyðugt at raðfesta rætt.

Sambandsflokkurin vil seta í verk eina skipan fyri viðgerðartrygd, har málini eru hesi:

• Útgreining innan 30 dagar + innan 30 dagar settur í viðgerð

• Rehabilitering er ein natúrligur partur

• Viðgerð í øllum ríkinum

🩺⏱️Viðgerðartrygdin hevur til endamáls at tryggja, at eingir krabbameinssjúklingar skulu bíða longri enn hægst neyðugt eftir útgreining og viðgerð. Sjúklingurin verður kannaður og sendur víðari innan fáar dagar eftir staðfesting.

Tað er av allar størsta týdningi, at alneyðuga arbeiðið ikki steðgar á. Tað er neyðugt, at framhaldandi raðfesta viðgerðartrygd fyri føroyingar

Viðhefta myndin er tikin í kvøld. Tá ið Bárður á Steig Nielsen, formaður okkara, luttók í innandura rógvikappingini, sum hevði til endamáls at savna pening inn til landsinnsavningina hjá Krabbameinsfelagnum

Kelda & mynd: Sambandsflokkurin á FB

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira