tirsdag, november 11, 2025
Home Fólk og Samfelag Nýggj talgild skipan fyri marknaeftirlit í Evropa

Nýggj talgild skipan fyri marknaeftirlit í Evropa

0 comments

Tann 12. oktober 2025 verður nýggja EES-fyriskipaninhjá ESstigvísttikin í nýtslu. EES merkir Entry/Exit System.

Talan er um eina talgilda skráseting av inn- og útferð hjá triðjalandsborgarum í Schengenlond, sum skrásetir beinleiðis í inn- og útferðarskipanina hjá ES. Skipanin kemur ístaðin fyri núverandi skipan, har pass verða stemplað manuelt. Endamálið er at nútímansgera marknaeftirlitið og økja trygdina bæði við ytru mørkini í Schengen og inni í Schengenøkinum.

EES-fyriskipanin verður eisini sett í verk í Danmark, Føroyum og Grønlandi.

Møguligar bíðitíðir í byrjanini

EES tekur m.a. mynd av andliti og tekur fingramerki hjá ferðandi, ið koma úr londum uttan fyri Schengen. Hetta kann fyrstu tíðina hava við sær bíðitíðir við marknaeftirlitsstøð – eitt nú á flogvøllum.

Mælt verður tí til, at ferðafólk møta í góðari tíð á flogvøllum ella øðrum marknaeftirlitsstøðum frá 12. oktobur 2025.

EES í Føroyum og í Grønlandi

EES verður tikið í nýtslu í Føroyum og í Grønlandi á sama hátt sum í hinum politiumdømunum í Danmark. Tá ein triðjalandsborgari fer inn í ella úr Schengenøkinum um landamørkini í Føroyum ella í Grønlandi, við ætlan um stutt uppihald (við visum ella visumfrítt), verður hetta skrásett í EES. Stutt uppihald í Føroyum ella í Grønlandi er í mesta lagi 90 dagar innan fyri eitt 180 daga tíðarskeið.

Dátuvernd og rættindi hjá ferðandi

Upplýsingar, sum verða skrásettar í EES, verða varðveittar í upp til trý ár, og viðgerðin av upplýsingunum fer fram eftir evropeisku dátuverndarfyriskipanini (GDPR).
Triðjalandsborgarar, hvørs upplýsingar eru skrásettar, hava rætt til at síggja, rætta og fáa strikað upplýsingar, ið eru skeivar ella ólógliga skrásettar.

Nærri kunning

Nærri kunning um EES sæst á heimasíðuni hjá Udlændinge- og Integrationsministeriet her

Sí kunngerðina her

Kelda & mynd: lmr.fo okt. 2025

You may also like

Leave a Comment

Hesin portalur nýtir kennifílar, sum er neyðugt fyri heimasíðuni, hagtøl o.a. . Tá tú vitjar 24fo.news so góðtekur tú hettar. Vátta Les meira