Brúkaraprístalið er vaksið 10,1% seinasta árið. Prísirnir á flestu vøru- og tænastubólkum eru hækkaðir, men tað eru framvegis prísirnir á matvørum og brennievni til at hita býli, ið eru størsta orsøkin til prísvøksturin. Hetta skrivar Hagstovan á heimasíðuni.
Brúkaraprístalið vísir prísgongdina á vørum og tænastum, sum eru partur av nýtsluni hjá húsarhaldunum í Føroyum. Nýggjasta uppgerðin er fyri november mánað 2022.Kelda: Hagstova Føroya%-broytingBrúkaraprístaliðProsentbroyting síðan sama mánað árið fyriJul ’02Jan ’03Jul ’03Jan ’04Jul ’04Jan ’05Jul ’05Jan ’06Jul ’06Jan ’07Jul ’07Jan ’08Jul ’08Jan ’09Jul ’09Jan ’10Jul ’10Jan ’11Jul ’11Jan ’12Jul ’12Jan ’13Jul ’13Jan ’14Jul ’14Jan ’15Jul ’15Jan ’16Jul ’16Jan ’17Jul ’17Jan ’18Jul ’18Jan ’19Jul ’19Jan ’20Jul ’20Jan ’21Jul ’21Jan ’22Jul ‘222005201020152020010-102010,1 %
Príshækking rakt allar høvuðsbólkarnar
Brúkaraprístalið er yvirskipað sett saman av 12 vøru- og tænastubólkum. Prísvøkstur er í øllum høvuðsbólkum í 2022. Árligi vøksturin í brúkaraprístalinum á 10,1% er størsti vøkstur í brúkaraprístalinum í 40 ár. Árligi vøksturin í august var 8,8%.