Býarlundin verður gjørd

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 1 måned ago
Updated 2024/04/08 at 5:12 PM

Arbeiðið at gera nýggju býarlundina í miðbýnum er byrjað. Býarlundin er fyrsta stig í ætlanini um at gera eina grøna gongugøtu og býarlund. Býarlundin verður eftir ætlan tikin í nýtslu á sumri 2024.

Býarlundin er fyrsta stig í verkætlanini »Grøna gongugøtan og býarlundin«, ið snýr seg um at gera gongugøtuna bilfría og urtagarðskenda. Harvið fáa ferðandi í býnum og bústaðir í miðbýarkjarnuni eitt uttandura fríøki til uppihald. Býarlundin verður ein grøn lund við millum annað smábarnaspæliplássi og eini fleirvirknari, partvíst yvirdekkaðari pavillon til tiltøk og framsýningar. 

Ætlanin lýsir gongugøtuna sum ein pall, »ið bjóðar inn til ymiskt og fjøltáttað virksemi, bæði gerandisdagar og til serstøk høvi. Gøtan verður grønari, og nýggj gróðurseting av allé-trøum skapa saman við stóru gomlu trøunum og nýggju Havnará eina grøna ‘tekju’ yvir partar av gongugøtuni, sum gevur økinum lív og ein heilt serstakan urtagarðsdám«.

Arbeiðið varð boðið út í høvuðsarbeiðstøku til fimm veitarar á heysti 2023. Fýra tilboð komu inn. Grønt og grátt lótu besta tilboðið og eru nú farin í holt við arbeiðið, sum eftir ætlan verður liðugt á sumri 2024.

Ætlanin um eina grøna gongugøtu og býarlund er partur av heildarætlanini Urtagarðsbýurin, ið er ein langskygd ætlan fyri miðbýarkjarnuna í Havn. Hana kanst tú lesa um her:

Urtagarðsbýurin – heildarætlan fyri miðbýarkjarnuna

Tilgongdin at gera Býarlundina

21. februar 2023 – Skipanaruppskotið fyri býarlundina verður latið inn

16. november 2023 – Útbjóðing av arbeiði at gera Býarlundina

8. desember 2023 – Tilboð verða latin inn

22. januar 2024 – Sáttmáli undirskrivaður við arbeiðstakara

7. mars 2024 – Arbeiðið at gera Býarlundina byrjar

7. juni 2024 – Býarlundin verður tikin í nýtslu

Kelda: torshavn.fo

Share this Article