Innflutningurin í 12-mánaðarskeiðnum frá februar 2022 til januar 2023 var 12,6 milliardir krónur. Tað eru 3,2 milliardir krónur meira enn undanfarna skeið.
Innflutningurin í januar er nú uppgjørdur, og í talvuni niðanfyri ber til at síggja innflutningin 12-mánaðarskeiðið frá februar 2022 til januar 2023 samanborið við undanfarna skeið.
Stóri vøksturin í innflutninginum stavar í høvuðsheitum frá innflutningi av skipum og flogførum, ið vaks 1,4 milliardir krónur. Innflutningurin av brennievni er vaksin 938 milliónir krónur, sum í høvuðsheitum stavar frá prísvøkstri. Prísirnir vóru hægst summarið 2022, tá innflutningsprísurin av brenniolju var hægri enn 8 krónur fyri liturin. Nú er prísurin umleið 7 krónur.
Innflutningurin ’til hav- og landbúnað’ er vaksin 282 milliónir krónur ella 45,4 prosent. Hetta er fyri tað mesta alifóður. Hækkingin í innflutningurin ’til aðra framleiðslur’, stavar fyri ein part frá vaksandi innflutningi av heilivági.
Les meira her: Hagstova Føroya