Sum tað sær út nú, so er framvegis borgarligur meiriluti á tingi, og spurningurin er um borgarligu flokkarnir kunnu semjast um eina samgongu.
Sum vit hava víst á her á 24fo.news, so sær út til, at tað eru sera nógvir samgongumøguleikar eftir komandi løgtingsval. Vit kunnu fáa eina loysingarsamgongu, eina samríkjasamgongu, eina borgarliga samgongu ella eina breiða samgongu umboða av bæði vinstra og høgra.
Tað tykist løgið, at tað áhaldandi verður fokusera uppá verandi samgongu kontra andstøðu, havandi í huga, at bæði Sjálvstýri og Framsókn eru meira borgarligir flokkar enn vinstravendir. Sostatt er talan um eitt løgting, har tað eru Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin, Miðflokkurin, Framsókn og Sjálvstýrið sum eru meira borgarligir, og so hava vit vintstrvongin í tinginum nevniliga tjóðveldið og javnaðarflokkin.
Tí er tað undrunarvert, at tað als ikki verður fokusera uppá, at eftir veljarakanningini sum portalurin / blaðið vikuskifti (bladid.fo) júst hevur gjørt gjøgnum spyr.fo, so er framvegis borgarligur meiriluti á Føroya Løgtingið. Spurningurin er bara, nær Framsókn kennir kulør og vil virka sum borgarligur flokkur.
Tað er heilt óskiljandi,at ein borgarligur flokkur kann fara uppá val, uttan at vísa á, hvat hann vil og hvørjum hann vil samstarva við eftir komandi val.
Veljarin má fáa at vita, um Framsókn eftir eitt val peikar á eina borgarliga samgongu ella um tey ynskja at verða saman við sosialistaflokkunum Tjóðveldi og javnaðarflokkin eftir komandi val. Vilja tey í Framsókn hava eina reyða samgongu ella blá samgongu ? .
