Higartil í ár er hald lagt á 45,6 kg av hash, sum er steðgað í tollinum í Føroyum. Hetta er tað mesta nakrantíð og skal tollvaldið hava tøkk fyri, at hesi kiloini ikki komu út á marknaðin í Føroyum og gjørdu skaða.
Nærliggjandi er her at seta sær spurningin,hvussu nógv tað hinvegin hevur eydnast at smugla til Føroyar.
Seinastu 10 árini hevur miðaltalið verið 8 kg. Næststørsta mongd í eitt ár er 22 kilo og tað var í 2017. Tollvaldið hevur eisini lagt hald á smærri nøgdir av kokain, amfetamin og MDMA
Ørkymlandi gongd
Hendan gongdin er ørkymlandi og bendir á, at smuglarar eru farnir at brúka aðrar hættir og at smuglingin er blivin meir skipað.
Hendan gongdin skal steðgast og er hetta nakað, sum eg vil stríðast fyri. Hetta er ein stórur samfelagsligur trupulleiki, og fer bara at blíva størri um vit lata standa til.
Fleiri pengar.
Vit mugu seta fleiri pengar av til eftirlit við innflutninginum til Føroyar. Bæði luftvegis og sjóvegis og strangari eftirlit við fiskiskipum og øðrum skipum. Pengar til fleiri fólk, hundar og tól. Mál okkara skal vera fullkomiliga at steðga hesum rúseitrinum í at koma til Føroyar og oyðileggja okkara børn og ungdóm. Vit kunnu ikki bara standa og hyggja at og endurtaka, hvat vit burdu gjørt.
Revsingin fyri at innflyta rúsevnir til Føroyar skuldi verið eftirhugd og møguliga herd.
Vit skulu verja okkara ungdóm móti rúseitri. Besti mátin at gera tað uppá er at herða eftirlitið við innflutninginum. Tí skulu fleiri pengar setast av til tað. Rúseitur er ein samfelagsligur truplulleiki, sum flest øll lond stríðast við, men vit eru í tí hepnu støðu, at liggja mitt úti í Atlantshavinum. Tað skuldi alt annað líka gjørt eftirlitið lættari, men vit mugu seta fleiri pengar av til hetta. Hetta skal hava hægstu raðfesting í framtíðini.
X við fólkaflokkin
X við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur.