Mangla vit í Føroyum eina heimaverju ?

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 11 måneder ago
Updated 2023/04/30 at 11:08 PM
Demo mynd heimaverja

Nú fólk í høvuðsstaðnum ganga og tosa um trygdar-politikk, samstundis sum danir vrøvla um spentu støðuna í heiminum, hendir als einki, sum tíðir uppá, at tey ætla at gera nakað munagott við støðuna her og nú. At gera ein skandinaviska sending sum vísir, at sendistovur njósnast, har er einki nýtt.

Vit sum hava studera trygdarpolitikk í mong ár og lisið í 1000 vís av síðum um hetta evni standa enn spyrjandi. Hetta er alsamt tokutala og villleiðing av fólkinum. Í kalda krígnum lósu vit, at Warszawapagten  var ein samansjóða eind av einari sterkari militermakt mótvegis NATO, eftirtíðin hevur víst okkum, at hetta var bluff og følsk søguskriving og bluff frá NATO, talan var als ikki um eina sterka og samansjóðaða militer alliansu.

Alt er vent á høvdið

Í dag gongur uttasta vinstra og tosar um NATO og trygdarpolitikk, samstundis sum somu fólk gingu friðargongur mótið NATO og vesturheiminum, í dag vilja tey hava radara og tá vildu tey at hann skuldi úr Føroyum.

Í dag royna borgarligu Føroyar, at verja tað russiska fólkið, nú tey eru sloppin undan kommunismu og forfylging orsaka av teirri trúgv. Men nú er reyðivongurin eftir teimum. Hvar er humanisman.

I Danmark er heilt galið

Danska verjan er spjaldra sundur, eingin lógurframleiðsla í landinum, alt ov lítið av herfólkið, ongar kavbátar, onga landbaseraða missilverju, eina útarmaða verju á øllum økjum. Eitt undurstøðukervið innan orku sum liggur víðopið. Samstundis sum sendingar verða gjørdar í vísa allar gamlar “bunkarar” bumbuskýlir og spiónsendingar í vísa, at russar njósnast og har sendingarnar samstúndis vísa, har alt undirstøðukervið verður allýst. Hetta er alt heilt óskiljandi.

Er vandi á ferð ?

Um hóttanin frá fremmandum maktum er so stór, so má mobiliserast og setast inn her og nú, loftverjuskipanir mugu setast í verk, innkalling til herin, flogvápnið og sjóverjuna má aktiverast her og nú. Milliardir mugu brúkast beint nú, heimaverja má setast í verk í Føroyum her og nú, og skotvápn og upplæring má byrja í komandi mánað.  Øll vita vit, at tað tekur millum 2 til 4 tímar at taka Føroyar um eitt fremmand hervald ynskir tað. At rópa eftir USA og NATO um hjálp má vere ein farin tíð hjá ríku Føroyum.

Um vit einki gera, so er alt eitt forferduligt fjas og tvætl og akademiskt vrøvl.

Tá tað er sagt, so haldi eg sjálvur, at vit langt síðani skuldu havt eina heimaverju. Tað var heil óskiljandi at Danmark og onnur lond avmonteraðu mestsum alla verjuna eftir 1991.

Ynskja vit frið og stabilitet

Um vit veruliga ynskja frið og stabilitet í heiminum, so er bara ein vegur fram og tað er samstarv við øll lond i evropa og har vit hugsa um menniskjur og ikki um lond og stjórnarleiðarar. Tað er ikki møguligt at útgreina hetta her og nú, men byggir hetta eisini á kenda konfliktforskning. Um man veruliga vil Ukraina val, so er neyðugt, at ein stovnur verður settur á stovn til at loysa kreppuna millum Russland og Ukraina. Fleiri hava víst á eina “Forligsinstution”.

Eru vit veruliga komin so stutt, at vit i evropa kunnu játta milliardir til krígsførslu men einki land setir nakrar milliónir av til at arbeiða við at fáa í lag eitt diplomati, sum kann verða við til at enda ráðuliga kríggi sum Russland førir móti brøðratjóðini Ukraine.

Share this Article