EYA vunnu kappingina at byggja røktarheim á Stórubrekku

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 1 år ago
Updated 2023/04/28 at 11:08 PM

Tórshavnar býráð samtykti 21. november 2022 at bjóða undangóðkendum ráðgevum at luttaka í verkætlanarkapping fyri sniðgeving og heildarráðgeving av nýggjum røktarheimi við røktaríbúðum á Stórubrekku.

Tann 5. september 2022 varð boðið til undangóðkenning fyri ráðgevaratoymi. Freistin at luttaka í undankappingini var úti 21. september 2022. Tá ráðgevaratoymini, sum høvdu boðið inn, vórðu viðgørd, valdi bygginevndin at fara viðari við fýra ráðgevaratoymum: EYA, Henning Larsen NA, MAP og SNA, LBF og SMJ.

Tá freistin var úti, 14. mars 2022, vóru 4 uppskot komin inn. Øll innkomin uppskot luku treytirnar og eru tey gjølla viðgjørd av dómsnevndini. Tá ið dómsnevndin 27. mars 2023 endaði arbeiði sítt, var hon einmælt samd um niðurstøður og viðmerkingar.

Yvirskipaða niðurstøðan hjá dómsnevndini er, at verkætlanarkappingin hevur verið væleydnað. Tey fýra uppskotini eru øll áhugaverd boð upp á, hvussu røktarheimið skal sniðgevast, staðsetast og skipast á Stórubrekku.

Við grundarlagi í gjøllari meting av øllum uppskotunum við støði í teimum fýra metingartættunum og út frá eini samlaðari heildarmeting, metir ein samd dómsnevnd, at vinnandi uppskotið á bestan hátt lýkur metingartættirnar.

Vinnarin er EYA. Vinnandi uppskotið er eitt boð uppá eina greiða, væl skipaða og skilagóða bygging, har høvuðstátturin hevur verið at skipa røktarheimið sum ein lítlan býling, ið strekkir seg suður og norður.

Hugmyndin er ein samanseting av minni húsum, við íblástri úr føroysku sethúsunum, har samanseting og samanbygging av húsum í ymsum hæddum og rættningum gera smá vard útirúm og tún. Hugmyndin, sum samlað sæð myndar ein lítlan býling/eina bygd, verður av dómsnevndini mett væleydnað.

Uppskotið leggur seg á heyggin og skipar og háttar seg við endamálinum, at geva búfólkum og starvsfólkum best møguligt útsýni, serliga eystur í hav og móti Nólsoynni, men eisini vestur móti Dalinum Langa og sethúsabyggingini í grannalagnum.

Byggingin fevnir um nógv og góð útirúm, sum upp á nógvar mátar tykjast væl vard móti veðrinum – garðarnir og túnini tykjast sansastimbrandi, og mælir dómsnevndin til, at hesi verða tikin við í framhaldandi tilgongdini, soleiðis at endaliga úrslitið tryggjar, at tey verða væl vard móti ættunum.

Byggingin er stílrein, einføld og stillislig. Bygningskropparnir eru samanhangandi, og rútman í útsíðunum er rólig og trygg og minnir um skap og snið, vit eru von at síggja í vanligari sethúsabygging í Føroyum. Sum heild eru dagsljósviðurskiftini heilt væl loyst. Uppskotið hevur lætt atkomulig og vælskipað felagsøki miðskeiðis í røktarheiminum.

Tilfarið er í høvuðsheitum siðbundið – timbur og flag. Tilfarsvalið er væl kent til føroysk viðurskifti. Innandura er tilfar, ið yvirhøvur skapar ein heimligan, tryggan, heitan og ljósan dám, umframt at uppskot til litir eru rólig og natúrlig. Í mun til byggihátt, metir dómsnevndin, at uppskotið leggur upp til kendar og skilagóðar loysnir.

Samanumtikið hevur ráðgevaratoymið EYA latið inn eitt uppskot til nýtt røktarheim við røktaríbúðum, sum dómsnevndin metir vera væleydnað, og har mett verður, at búfólkini umframt starvsfólkini fara at gleðast um at liva og virka.

Verkætlanarbygnaðurin sýnist at vera hollur, við einum royndum og skikkaðum prosjekteringsleiðara og við lyklapersónum við góðum og hóskandi royndum. Tað kann verða ein avbjóðing at arbeiða við útlendskum ráðgevum, men av tí at føroyski parturin av bygnaðinum er mannaður við royndum fólki, sum kennir til føroysk viðurskifti, og at verkætlanarleiðarin er virkandi í Føroyum, verður ikki mett, at hetta er ein veikleiki.

Hinvegin kann tað eisini vera ein styrki at fáa vitan og íblástur uttanífrá. Samanumtikið er talan um sera væl lýstan bygnað við skikkaðum og royndum fólki. Ráðgevarakostnaðurin er lægri enn málprísurin í kappingarskránni.

Nummar tvey gjørdist Henning Larsen, nummar trý MAP og nummar fýra SNA, LBF og SMJ.

a group of people posing for a photo

shelter

a group of people outside of a building

a room with tables and chairs and windows with people sitting at them

diagram, engineering drawing

Kelda & myndir torshavn fo tann 28 apríl 2023

Share this Article