Jólaframsýning í Perluni – komið og upplivið Havnina í jólahýri

Lagt út ÓML
Lagt út ÓML 2 år ago
Updated 2022/12/02 at 2:03 PM

Í jólamánaðinum ber til at uppliva framsýningina »Havnin í jólahýri« hjá Tórshavnar býarsavni. Við úrvaldum myndum og lutum gevur framsýningin eina tíðarmynd av fýra áratíggjum. Framsýningin letur upp í Perluni fríggjadagin 2. desember kl. 14.

Framsýningin leggur dent á jólini og tað, tú kundi keypa á jólum fyrr í tíðini. Hesin parturin av framsýningini fevnir serliga um árini 1930-1959. Harumframt er ein partur, ið lýsir jólini heima í 1960-árunum. Henda framsýning byrjar niðriundir og heldur fram á balkongini.

Vit síggja millum annað mótan í hesum tíðarskeiði, hvønn tónleik fólk lurtaðu eftir og hvørji bløð fólk lósu. Eisini eru leikur av ymsum slag og aðrir lutir, ið lýsa heimalívið tá á døgum.

Framsýningin verður stuðlað við myndum, lýsingum og tekstum úr bløðum. Eisini er eitt jólatræ við gomlum jólapynti at síggja.

Tað verður møguligt hjá børnum at lita myndir og klippa jólapynt.

Vit bjóða karamellur til vaksin og børn.

Framsýningin er opin kl. 14-18 allar dagar í viku fram til jóla og aftur 28., 29. og 30. desember.

Kelda og mynd: torshavn.fo

Share this Article
Leave a comment

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *